Úrslit frá 11. Simme Cup 2022

Skotin verða 3 umfør í antin OL-trap ella Skeet. 6 teir fremstu skjúttarnir í hvørjari grein fara í eina Meistarafinalu (2017-finalur), meðan 6 teir næstu skjóta eina A-finalu (25 dúgvur í OL-trap ella 20 dúgvur í Skeet). Aftaná fara 3 teir fremstu (aftaná 3 umfør) í ávikavist OL-trap og Skeet at kappast móti hvørjum øðrum um Simme Cup (eitt vanligt umfar á 25 dúgvur).

Úrslitini frá kappingini síggjast her: https://docs.google.com/spreadsheets/d/159ma_iLtvCU0tCscKwAIuhBjxHLxqB4tKirjGhPFYt0/edit?usp=sharing

11. Simme Cup 2022

Leygardagin 21. mai verður 11. Simme Cup kappingin hildin á skjótibreytini hjá Veiðifelagnum Byrsumúla.

Kappingin er í skeet og OL-trap, og fyrstu 3 umførini telja m.a. við í úttøkuni til NSR, Oyggjaleikir 2023 og í Føroya Cup fyri trap og skeet í 2022.

Meistarafinalurnar verða skotnar við ISSF finalum frá 2021 í báðum greinum. Endaplássini frá nr. 1-6 telja við í Grand Prix kappingini fyri trap og skeet í 2022.

Trap finalan í A-bólkinum verður avgjørd við at skjóta 25 dúgvur við einum skoti. Skeet finalan í A-bólkinum verður avgjørd við at skjóta 20 dúgvur á platti 3, 4 og 5.

Eftir finalurnar verður sjálv Simme Cup kappingin, har tríggir teir bestu skjúttarnir í ávikavist skeet og trap frá fyrstu trimum umførunum skjóta eftir 25 dúgvum í part.

Ongin morgunmatur verður, men okkurt verður til matna á middegi.

Byrja verður at skjóta klokkan 09:00, og møtt verður í seinasta lagi kl. 08:30.

Eftir kappingina verður ábit fyri allar luttakarar og fyri limir úr øllum skjótifeløgum í Føroyum.

Prísur fyri kapping: 300 kr.

Prísur fyri ábit: 150 kr.

Seinasta freist at boða frá luttøku til kappingina í ávikavist OL-trap ella Skeet og/ella til ábit er mikukvøldið, 18. mai, kl. 20 við telduposti til byrsumuli@gmail.com

Áðrenn heiðursmerkjahandanina verður farið at rudda breytina.

Breytin er opin fyri venjing hjá teimum, sum hava meldað til kappingina, hósdagin kl. 17-19.

F80-Kappingin avgreidd í øllum góðum

Tað eydnaðist í dag at avgreiða føðingardagskappingina hjá Byrsumúla á nýggju breytini, hóast hendan ikki er liðug og ikki tikin alment í nýtslu enn. Kappast varð í skeet og OL-trap, og heili 28 luttakarar vóru við úr Byrsumúla, Sunda Byrsufelag, Eysturskot og Vestmanna Byrsufelag. Kappingin gekk væl, og ongin ivi er um, at breytin verður góð, tá hon er liðug og vallað.

Úrslitið gjørdist, at Marius Joensen (SBF) vann suverent við 88 dúgvum (av 100), Alex Johannesen (EYS) gjørdist nr. 2 við 76 dúgvum og Sámal Debes (SBF) nr. 3 somuleiðis við 76 dúgvum. Úrslitini hjá okkara skjúttum vóru merkt av, at vit ikki hava havt nakra breyt at skjóta á síðan á jóansøku í fjør, og at øll orkan í ár er farin til arbeiðið at gera nýggju breytina klára.

Í kappingini í dag skeyt Alex Johannesen fyrsta 25-talið (allar dúgvurnar) á nýggju OL-trap breytini, meðan Marius Joensen skeyt heili trý 23-tøl á Skeet breytini. Hjartaliga til lukku við hesum.

Breytin verður fyribils ikki alment opin, men vónað verður, at hendan er liðug og klár at taka alment í nýtslu til Simme-Cup kappingina, sum verður 21. mai í ár.

Nevndin

Úrslit frá F80-kappingini

Kappingin er skipað soleiðis, at skjúttar velja at skjóta 3 umfør av OL-trap og 1 umfar av Skeet ella øvut. Á hendan hátt kappast báðar greinarnar móti hvørji aðrari. Fyrstu trý umførini eru í egnari skjótigrein og fjórða umfari er í hinari greinini. Stendur á jøvnum verður talt aftureftir, fyrst umfar fyri umfar og síðan dúgvur í einstaka umfarinum. Aftaná kappingina verður farið at rudda breytina, innan heiðursmerki og steyp verða handað.

Kappingarleisturin og úrslitini síggjast á hesari leinkjuni:

https://docs.google.com/spreadsheets/d/1zTMt09oo5GwfcD4vyS0JtBttY4-hsU7IkoSkwrJbwBg/edit?usp=sharing

F80-kappingin 2022

Leygardagin 26. mars 2022 verður F80 kappingin hjá Byrsumúla á nýggju breytini í Sandvíkum. Breytin er ikki heilt liðug enn, men klárt verður tó at avgreiða kappingina, sum ætlað.

Skotið verður antin 3 umfør skeet + 1 umfar OL-trap, ella 3 umfør OL-trap + 1 umfar skeet.

Tann, sum tilsamans hevur rakt flest dúgvur í hesum 4 umførunum, vinnur kappingina.

Byrja verður at skjóta klokkan 09:00, og møtt verður í seinasta lagi kl. 08:30.

Luttøkugjald: 150,00 kr. (íroknað kapping og dúgvur).

Skjúttar kunnu nýta egnar patrónir, sum lúka treytirnar frá SKF, ella keypa patrónir á breytini.

Tilmelding fer fram við at senda ein teldupost til byrsumuli@gmail.com við upplýsingum um navn, møguligt limafelag, og kappingargrein, sum man ynskir at skjóta 3 umfør í (skeet ella trap)

Tilmeldingarfreistin er mikukvøldið 23. mars kl. 20:00

Aðalfundurin 2022

Árligi aðalfundurin hjá felagnum, verður leygardagin 19. februar 2022, kl. 16:00, í felagshølinum á Sandvíkum. Skráin er sambært lógum felagsins.

Ynskjast mál á skrá til “innkomin mál”, skal frágreiðing sendast felagnum á teldupost byrsumuli@gmail.com í seinasta lagi leygardagin 12. februar 2022.

Eftir fundin bjóðar felagið ábit við onkrum góðum afturvið, og av tí at vit skulu keypa inn, hevði verið gott, um teir limir, ið ætla sær at luttaka á aðalfundinum, boða frá við at tilmelda seg við at senda ein teldupost til byrsumuli@gmail.com

Vinarliga
Starvsnevndin

Gott nýggjár – útlitini fyri 2022 !

Byrsumúli ynskir øllum okkara limum, skjúttum, stuðlum og áhugaðu fylgjarum annars eitt gott nýggjár og takk fyri alt í undanfarna ári.

Nú hol er sett á 2022, og nýggja breytin er farin at taka endaligt skap, stendur eitt áhugavert skjótiár fyri framman. Okkara vón er, at nýggja breytin er klár at taka í nýtslu einaferð seinni í vár. Um alt gongst eftir ætlan, kunnu vit tá hýsa kappingum í OL-trap, ABT, OL-skeet, English skeet, Nordic trap og Harukappingini. Hetta fer at geva felagnum heilt aðrar møguleikar, bæði at fyriskipa kappingar, men eisini at taka í móti nýggjum skjúttum og fólki, sum hava hug at royna leirdúgvuskjóting til stuttleika.

Vit gleða okkum til at taka í móti tykkum aftur, tá nýggja breytin er klár.

Nevndin

Mikkjalsmessukappingin 2021

Mikkjalsmessukappingin hjá Byrsumúla verður í ár hildin á breytini hjá Eysturskot í Leirvík, nú okkara breyt ikki er tøk vegna umbygging. Kappingin verður hildin leygardagin 25. september, kl. 9.00.

Hendan kappingin er seinasta trapkappingin í ár, og hon telur sum tann seinasta við í Føroya Cup, Grandprix og Makkarakappingini hjá SKF. Eisini telur kappingin við í úttøkuni til NSR 2022.

Skotið verður eftir 75 dúgvum. Síðan verður ISSF-finala skotin í Meistarabólkinum og ein 25-skots finala í A-bólkinum.

Tilmelding fer fram við at senda teldupost til byrsumuli@gmail.com í seinasta lagi hósdagin, 23. sept., kl. 19. Kappingargjaldið á 250 kr. skal vera rindað á konto hjá felagnum (9181-515.875.5) í seinasta lagi á middegi 24. sept. 2021.

Starvsnevndin