ÁMINNING !!!!

Komandi leygardag 29. juni 2019 kl. 10:00. Skulu allir aktivir limir møta til ein arbeiðsdag, har ymiskt viðlíkahald av breytini verður gjørt.

Morgunmatur verður frá kl. 9:00.

Sig frá á byrsumuli@gmail.com, um tað ikki liggur fyri hjá tær at møta hendan dag.

Vinarliga
Starvsnevndin

Jóansøkukappingin 2019 í trap

Leygardagin 22. juni 2019 verður Jóansøkukappingin hildin á skjótibreytini hjá Veiðifelagnum Byrsumúla.

Fyrstu 3 innleiðandi umførini telja við í Føroya Cup fyri trap í 2019. Finalan verður skotin eftir OL trap reglum, og telur við í Grand Prix kappingini fyri trap í 2019.

Byrja verður at skjóta klokkan 09:00, og skjúttar møta í seinasta lagið kl. 08:30.

Prísir pr. persón fyri kapping: 250 kr.

Tilmeldingarfreistin er hóskvøldið 20. juni kl. 20:00.

Vinarliga boða frá luttøku við at trýsta á leinkjuna niðanfyri.

[Leinkja]

Tilmeldingar: [trýst her]

Hvítusunna

Hvítusunnudag tann 9. juni 2019, er breytin stongd fyri allari skjóting.

2. hvítusunnudagur tann 10. juni 2019, verður opið sum sunnudag, t.v.s. frá kl. 13:00.

Vinarliga
Starvsnevndin

Tórshavn Marathon 2019

Í samband við Tórshavn Marathon sunnudagin tann 2. juni, verður ferðslan avmarkað á økinum kring skjótibreytina á Sandvíkum.

Kaldbaksvegurin verður stongdur frá rundkoyringini uttanfyri Føroya Tele, til Kaldbak og Kollafjørð frá kl. 13:00 til kl. 19:00.