Skotin verða trý umfør. Síðan fara 6 teir fremstu skjúttarnir í eina meistarafinalu og teir næstu í eina A-finalu. Meistarafinalan verður skotin eftir ISSF 2017-reglum. Í A-finaluni verður skotið eftir 25 dúgvum við einum skoti. Úrslitini frá kappingini síggjast her:
Skotin verða trý umfør í ávikavist OL-trap ella OL-skeet (75 dúgvur). Aftaná verða finalur í einstøku greinunum, og at enda skjóta trýggir teir fremstu í OL-trap og OL-skeet frá innleiðandi umførunum eitt umfar afturat, har hesir 6 skjúttarnir kappast móti hvørjum øðrum um sjálvt Simme Cup.
Leygardagin 13. mai verður 12. Simme Cup kappingin hildin á skjótibreytini hjá Veiðifelagnum Byrsumúla.
Kappingin er í OL-skeet og OL-trap, og fyrstu 3 umførini telja m.a. við í Føroya Cup fyri trap og skeet í 2023.
Meistarafinalurnar verða skotnar við ISSF finalum frá 2017 í báðum greinum. Endaplássini frá nr. 1-4 telja við í Grand Prix kappingini fyri trap og skeet í 2023.
Trap finalan í A-bólkinum verður avgjørd við at skjóta 25 dúgvur við einum skoti. Skeet finalan í A-bólkinum verður avgjørd við at skjóta 20 dúgvur á platti 3, 4 og 5.
Eftir finalurnar verður sjálv Simme Cup kappingin, har tríggir teir bestu skjúttarnir í ávikavist skeet og trap frá fyrstu trimum umførunum skjóta eftir 25 dúgvum í part.
Ongin morgunmatur verður, men okkurt verður til matna á middegi.
Byrja verður at skjóta klokkan 09:00, og møtt verður í seinasta lagi kl. 08:30.
Eftir kappingina verður ábit fyri allar luttakarar og fyri limir úr øllum skjótifeløgum í Føroyum.
Prísur fyri kapping: 300 kr., tó rinda unglingar (upp til 21 ár) 100 kr.
Prísur fyri ábit: 150 kr.
Seinasta freist at boða frá luttøku til kappingina í ávikavist OL-trap ella Skeet og/ella til ábit er mikukvøldið, 10. mai, kl. 20 við telduposti til byrsumuli@gmail.com. Í tilmeldingini skal upplýsast navn á luttakara, felag, kappingargrein, og hvørt ein ynskir at luttaka til ábit.
Áðrenn heiðursmerkjahandanina verður farið at rudda breytina.
Breytin er opin fyri venjing hjá teimum, sum hava meldað til kappingina, hósdagin kl. 17-19.
Byrsumúli skipar fyri ruddingar- og arbeiðsdegi leygardagin 6. mai. Heitt verður á allar limir okkara og onnur áhuga um at møta fjølment. Møguleiki er at luttaka fyrrapart, seinnapart ella allan dagin, kl. 9-16.
Tey, sum luttaka fáa eina samsýning fyrrapart og/ella seinnapart. Okkurt verður eisini til matna á middegi. Fólk kunnu boða frá luttøku við at senda ein teldupost til byrsumuli@gmail.com við boðum um, hvørt mann luttekur fyrrapart (kl. 9-12), seinnapart (kl. 13-16) ella allan dagin.
Jú fleiri møta, jú hugnaligari og stuttligari gerst dagurin, og úrslitið so mikið betur.