Mikkjalsmessukappingin 2019

Leygardagin 28. september 2019, er ársins seinasta trap kapping á skránni.

Skotið verður 3 innleiðandi umfør á 25 dúgvur, og síðani finalur eftir OL trap reglum.

Byrja verður at skjóta kl. 9:00, og møtt verður í seinasta lagið kl. 8:30.

Luttøkugjaldið er 250 kr.

Hetta eisini seinasta kappingin, í Føroya Cup og Grand Prix kappingini fyri trap í ár. Støðan í hesum báðum kappingum sæst á http://skot.fo

Eftir kappingina fara vit at enda kappingarárið, og byrja heystið, við at grilla havhestungar fyri skjúttunum, sum hava luttikið í Mikkjalsmessukappingini 2019.

Tilmeldingarfreistin er hóskvøldið 26. september 2019 kl. 20:00 føroyska tíð.

Tilmelding:  Trýst her

Listi við tilmeldingum: Trýst her