Reglur fyri VBM (viðtøkur)

Veiðufelagið Byrsumúli, stovnað 27. mars 1980.

§1. Navn og endamál.
Navn felagsins er Veiðifelagið Byrsumúli. Heimstaðurin er Tórshavn. Felagsins endamál er at savna skjóti- og veiðiáhugað – røkja áhugamál teirra og fremja góðan felagskap limanna millum.

§2. Limir.
Øll áhugað kunnu gerast limir í felagnum.
Skal ein limur sum er niðanfyri 16 ár skjóta, skal ein góðkendur skjótivegleiðari vera til staðar, tá ið skotið verður.
Skal ein limur sum er millum 16 og 18 ár skjóta, skal hann hava vápnatrygdarskeið, og ein persónur sum er 25 ár ella eldri og hevur vápnaprógv, skal vera til staðar, tá ið skotið verður.
Tað er skylda limanna, at hava síni vápnaloyvi og vápnaprógv góðkend, sambært teimum lógum og kunngerðum sum eru galdandi í landinum. Limur skal kunnu vísa fram loyvi og prógv, tá ið spurt verður eftir teimum.
Vil ein av limunum siga seg úr felagnum, skal hetta boðast frá til nevndina sum skjótast.

§3. Limagjaldið.
Árliga limagjaldið verður sett av aðalfundinum, og fær gildið 1. januar árið eftir. Limagjaldið verður goldið árliga forút. Eingin limur skal hava eftirstøðu í meira enn ½ ár. Um so er, tekur nevndin avgerð, um limurin skal strikast úr felagnum. Í slíkum føri fær viðkomandi ávaring frammanundan. Limur, ið verður strikaður vegna eftirstøðu, kann ikki gerast limur aftur uttan at hava goldið gamla skuld.

§4. Trygging.
Allir limir eiga at verða tryggjaðir, frítíðarvanlukkutrygging, í skjótitíðini. Umframt hesa trygging, hevur felagið teknað eina ábyrgdartrygging, sum fevnir yvir skaðar, hendir undir skjóting.

§5. Skyld limanna.
Tað er skyld limanna at stuðla endamáli felagsins. Limir hava skyldu til at gera seg kunnugar við lógir felagsins, ið altíð skulu verða tøkar at fáa frá nevndini. Tørvandi kunnleiki til lógirnar loysir í ongum føri lim frá skyldum hansara mótvegis felagnum. Limur kann ikki uttan grund, t.d. felagsstarv árið fyri, bera seg undan álitisstarvi. Um limur arbeiðir ímóti felagnum, kann nevndin, um hon heldur tað vera neyðugt, taka limarættin frá viðkomandi til fyrsta aðalfund, sum avger um viðkomandi skal strikast sum limur.

§6. Nevndin.
Á ársaðalfundinum verður nevnd felagsins, ið hevur fimm limir, vald. Umframt tað, velur aðalfundurin tveir tiltakslimir. Nevndarlimur verður valdur fyri tvey ár.

Nevndin verður vald soleiðis, at annaðhvørt ár verða valdir tveir nevndarlimir og annaðhvørt ár tríggir nevndarlimir.

Tveir tiltakslimir verða valdir á hvørjum ári, og sita hesir í eitt ár í senn. Tiltakslimirnir verða valdir sum fyrst valdur og næst valdur tiltakslimur.
Limur kann verða afturvaldur. Stendur á jøvnum millum tvey valevni, verður lutakast.

Nevndin stendur aðalfundinum til svars fyri tað hon avrikar og somuleiðis fyri óavrikaðar felagssamtyktir. Nevndin hevur skyldu at halda skil á felagnum. Nevndin skipar seg við formanni, næstformanni og skrivara. Næstformaðurin røkir starv formansins, tá ið honum berst undan.

Skrivarin førir allar nevndarfundir í gerðabók felagsins. Hon skal ið hvussu so er lýsa allar avgerðir hjá nevndini og skal verða undirskrivað av teimum nevndarlimum, ið eru á fundi. Nevndarfundur eigur at verða, tá ið ein av nevndarlimunum ynskir tað.

Berst nevndarlimi undan, skal hann siga nevndini frá áðrenn fundin. Møtir nevndarlimur ikki á trimum fylgjandi fundum og ikki hevur lógliga umbering at føra fram, fer hann úr nevndini, og tiltakslimur kemur í hansara stað. Fundurin er avgerðarførur, um tríggir limir eru á fundi. Allar avgerðir á nevndarfundi verða tiknar við vanligum atkvøðumeiriluta millum teir møttu limirnar. Stendur á jøvnum, er málið fallið.


§7. Kassameistari.
Nevndin velur kassameistara, ið ikki nýtist at verða nevndarlimur, men skal vera limur av felagnum.
Kassameistarin heldur roknskap felagsins og rindar útreiðslur felagsins.
14 dagar áðrenn aðalfund letur hann roknskapin til grannskoðara at grannskoða.
Rokaskaparárið er álmanakkaárið.

 

§8. Aðalfundur.
Aðalfundurin er hægsti mynduleiki felagsins. Nevndin boðar til aðalfund við í minsta lagi 14 daga ávaring, á heimasíðu felagsins og í teldubrævi til allar limir felagsins, um ein slík er upplýst felagnum. Tað skal altíð lýsast við tilskilaðari fundaskrá.


Aðalfundurin er bert viðtøkuførur, tá ið hann er lóliga boðaður. Uppskot og val á aðalfundinum , undantikin lógarbroyting og avtøka, verða avgjørd við vanligum atkvøðumeiriluta. Hvør limur hevur eina atkvøðu ( samb. §3 ). Stendur á jøvnum, tá ið atkvøtt verður, fellur málið. Undantikið er tó nevndarval ( samb.§6 ).

Fundurin avger, um atkvøðast skal skrivliga og um mál, sum limir hava lagt fyri hann, skulu viðgerast. Mál, ið ynskjast viðgjørd á aðalfundinum, skulu verða formanninum í hendi seinast 7 dagar áðrenn aðalfundin. Eru tað mál, ið ynskjast atkvøtt um, skal skrivligt uppskot fylgja við. Fundurin verður stjórnaður av orðstýrara, sum fundurin velur. Orðstýrarin førir fundin í gerðabókina og undirskrivar hana. Aðalfundurin verður hildin á hvørjum ári í febuar mánað við hesari dagsskrá:

Frásøgn formansins frá farna árinum.
Framløga av grannskoðaðum ársroknskapi til góðkenningar.
Val av nevndarlimum og tiltaksmonnum / kvinnum.
Val av grannskoðara.
Møgulig uppskot frá limum.
Ymiskt.


§9. Eyðaaðalfundur.
Boða verður til eykaaðalfundar, tá nevndin heldur tað verða neyðugt, ella tá minst 1/4 av limatalinum krevur tað.
Tílíkt má vera skrivligt og má tilskila tey mál sum ynskjast viðgjørd.

 

§10. Slit av felagnum.
Felagið kann bert verða slitið, tá hesar treytir eru fylgdar:

Lýsast, má vera lógliga til eykaaðalfundar.
Slitið av felagnum má vera tilskilað í fundarskránni.
Tað skulu í minsta lagi 2/3 av øllum limum felagsins greiða atkvøðu fyri tí.
Um ikki meir enn 1/3 av limunum atkvøða ímóti sliti, kann lýsast aftur til eykaaðalfund við sliti av felagnum á skránni, og verður felagið tá slitið, um 2/3 av møttum limum atkvøða fyri.


§11. Avhendan av ognum felagsins.
Verður felagið slitið, skulu ognir tess nýtast til frama fyri skjótiítróttina.

 

§12. Lógarbroyting.
Lógarbroyting, kann bert verða gjørd á aðalfundinum, tá lýst verður til tess.
Fyru at fremja lógarbroyting, skulu í minsta lagi 2/3 av limunum, ið møttir eru til fundin, greiða atkvøðu fyri tí.
Alt, sum hesar lógir ikki greiniliga tilskila, ger nevndin av við ábyrgd mótvegis aðalfundunum ( samb.§6 ).


§13. Heiðurslimir.
Starvsnevndin er heimilað, at útnevna heiðurslimir, treyta av at hon er á einum málið um tann, ið er í uppskoti.

Eisini kunnu limirnir útnevna heiðurslim/ir, hetta við at í minsta lagi 10 fult gildigir (undan tikið hvílandi) limir senda/lata starvsnevndini undirskrift/váttan sína og grundgeving um hví viðkomandi verður skotin upp.

Tann/tey, ið eru í uppskotið skulu lúka ávísar treytir, so sum gjørt eitt serstakt gott arbeiði í felagnum.

Í báðum førum er tað galdandi, at til fyrst komandi ársaðalfund, skal skriftlig frágreiðing um grundgevingina fyri hesi útnevning fyriliggja, og skal hon verða lisin upp á ársaðalfundinum.

Sum heiðurslimur hevur tú frítt limagjald og ókeypis luttøku til kappingar, sum felagið skipar fyri.

Heiðurslimir skulu, eins og allir limir, fylgja øllum lógum og viðtøkum felagsins.


§14. Lógarsamtykt.

Uppruna lógaruppskot er samtykt á aðalfundi hin 10. feb. 1983.

Heiðurslimir samb. §13 er samtykt á aðalfundi hin 27. feb. 2012.

Broyting í orðing samb. §8 um lýsing av aðalfundi er samtykt á aðalfundi hin 27. feb. 2016.

Á aðalfundi 18. februar 2017 eru fylgjandi broytingar samtyktar:
– §2 aldursmark og prógv sambært nýggjari lóg um skotvápn
– §3 broyting í limagjaldinum fær gildið 1. Januar árið eftir
– §6 tiltakslimir verða valdir hvørt ár, og sita í eitt ár í senn