Venjing í sambandi við Føroyaleikir

Í sambandi við Føroyaleikir, sum verða skotnir á breyt okkara í vikuskiftinum, verður venjing í ymsu kappingargreinunum hildin á breytini í vikuni. Venjingin verður skipað soleiðis:

Mikudagin, kl. 17-19 verður venjing í ABT (Automatic Ball Trap) og í English skeet.

Hósdagin, kl. 17-19 verður venjing í OL-trap og OL-skeet.

Venjingin hesar báðar dagarnar er einans fyri skjúttar, sum hava meldað til luttøku á Føroyaleikum í avvarðandi kappingargreinini.

Nevndin

Úrslit frá Jóansøkukappingini

Úrslitini og skipan av Jóansøkukappingini síggjast á hesari leinkjuni:

https://docs.google.com/spreadsheets/d/1B5zJl6Mxq6he55FdIJF4RWL0DSJTTbEgegdQbkJQIKE/edit?usp=sharing

Skotin verða 3 umfør innleiðandi; síðan fara 6 teir fremstu í eina meistarafinalu (ISSF-2017 finala) og 6 teir næstu í eina A-finalu (25 dúgvur, 1 skot). Skotið verður eftir OL-trap progr. 8.

Áðrenn heiðursmerkjahandanina fara allir skjúttarnir at rudda breytina fyri dúgvubrot.

Jóansøkukappingin 2022

Leygardagin 25. juni 2022 verður Jóansøkukappingin í OL-trap hildin á breytini hjá Byrsumúla á Sandvíkum.

Skotin verða 3 innleiðandi umfør, sum m.a. telja við í Føroya Cup 2022, úttøkuni til Oyggjaleikir 2023 og úttøku til World Championship í Kroatia í september/oktober í ár.
Finalur vera í meistarabólkinum (ISSF-2017 finala) og A-bólkinum (25 dúgvur), um nóg nógvir luttakarar vera. Endaplássið í meistarafinaluni telur við í Grand Prix kappingini fyri trap í 2022.

Byrja verður at skjóta klokkan 09:00, og skjúttar møta í seinasta lagi kl. 08:30.

Prísurin fyri kappingina er 250 kr., tó 100 kr. fyri unglingar. Upphæddin verður flutt frammanundan ella goldin kontant við kappingarbyrjan.

Tilmelding til kappingina fer fram við at senda ein teldupost til byrsumuli@gmail.com. Tilmeldingarfreistin er hóskvøldið 23. juni kl. 20:00.