Leygardagin 25. og sunnudagin 26. juli verður Tórshamar Open aftur hildin á breytini hjá Byrsumúla. Kappast verður bæði í OL-trap og í OL-skeet. Skotin verða 3 umfør (75 dúgvur) leygardag og 2 umfør (50 dúgvur) + finalur sunnudag.
Um luttakaratalið loyvir tí, verða nýggju 8-mans finalurnar skotnar í Meistarabólkunum í báðum greinum. Alt eftir luttakaratali verða finalur eisini í A-bólkum.
Kappingarnar telja við í ymsu kappingunum og úttøkunum hjá Skjótisambandinum. Aftaná kappingarlok leygardagin eru allir skjúttar vælkomnir til ábit, har okkurt gott er lagt á grillina, eins og vanligt hevur verið til hesa kappingina. Byrjað verður at skjóta kl. 9 leygarmorgun og kl. 13 sunnudag. Allir skjúttar skulu møta í seinasta ein hálvan tíma frammanundan. Aftaná kappingarlok báðar dagarnar fara allir luttakarar at rudda breytina fyri dúgvubrot. Um ein ikki hevur stundir at vera við til ruddingina, hevur ein heldur ikki stundir at skjóta.
Kostnaðurin fyri kappingina er 800 kr., tó soleiðis at unglingar (undir 21 ár) rinda 100 kr. Serlig heiðursmerki eru gjørd til kappingina, eins og góðir vinningar verða latnir. Lutakast verður um eitt gávukort frá Atlantsflog á 2.500 kr. millum allar skjúttar, sum hava luttikið í kappingini, umframt at aðrir góðir vinningar eisini eru at vinna.
Tilmelding fer fram við at senda ein teldupost til byrsumuli@gmail.com í seinasta lagi mikukvøldið 22. juli, kl. 20, við upplýsing um navn, felag ein umboðar, og hvørt ein luttekur í skeet ella trap. Luttøkugjaldið kann rindast kontant leygarmorgunin ella verða flutt á konto 9181 – 515.875.5 í seinasta lagi hósdagin.