Leygardagin 16. mai verður 15. Simme Cup kappingin hildin á skjótibreytini hjá Veiðifelagnum Byrsumúla.
Kappingin er í OL-skeet og OL-trap, og skotin verða fýra umfør (100 dúgvur). Fyrstu trý umførini telja m.a. við í Føroya Cup í OL-trap og OL-skeet í 2026.
Meistarafinalurnar verða skotnar við ISSF finalum í báðum greinum; 6 skjúttar í trap og 8 skjúttar í skeet. Endaplássini frá nr. 1-6 telja við í Grand Prix kappingini fyri trap og skeet í 2026.
Eftir finalurnar verður sjálv Simme Cup kappingin, har tríggir teir bestu skjúttarnir í ávikavist skeet og trap frá fyrstu fýra umførunum skjóta eftir 25 dúgvum í part. Stendur á jøvnum í hesum umfarinum, verður vinnarin funnin við at telja aftureftir í innleiðandi kappinginin.
Ongin morgunmatur verður, men okkurt verður til matna á middegi.
Byrja verður at skjóta klokkan 09:00, og møtt verður í seinasta lagi kl. 08:30.
Eftir kappingina verður ábit fyri allar luttakarar og fyri limir úr øllum skjótifeløgum í Føroyum.
Prísur fyri kapping: 450 kr., tó rinda unglingar (upp til 21 ár) 100 kr.
Prísur fyri ábit: 150 kr.
Seinasta freist at boða frá luttøku til kappingina í ávikavist OL-trap ella Skeet og/ella til ábit er mikukvøldið, 13. mai, kl. 20 við telduposti til byrsumuli@gmail.com. Í tilmeldingini skal upplýsast navn á luttakara, felag, kappingargrein, og hvørt ein ynskir at luttaka til ábit.
Áðrenn heiðursmerkjahandanina verður farið at rudda breytina.
Breytin er opin hósdagin, Kristi himmalaferðardag kl. 13-17 fyri venjing hjá teimum, sum hava meldað til kappingina.