Leygardagin 29. mai verður Vármúlakappingin í Trap hildin á breytini í hjá Byrsumúla á Sandvíkum.
Fyrstu 3 innleiðandi umførini telja við í úttøkuni til NSR og í Føroya Cup fyri trap í 2021. Finalur vera í meistarabólkinum og A-bólkinum, um nóg nógvir luttakarar vera. Finalan verður skotin eftir OL trap reglum, og endaplássið í meistarafinaluni telur við í Grand Prix kappingini fyri trap í 2021.
Byrja verður at skjóta klokkan 09:00, og skjúttar møta í seinasta lagi kl. 08:30.
Prísurin fyri kappingina er 250 kr.
Tilmeldingarfreistin er hóskvøldið 27. mai kl. 20:00.
Vinarliga boða frá luttøku við at trýsta á leinkjuna niðanfyri:
Nú Simme Cup kappingin er avgreidd, og bíðað verður eftir, hvørt arbeiðið at umbyggja breytina fer í gongd í næstu viku, eins og lagt varð upp til frá kommununi, verður breytin stongd í morgin sunnudagin. Hetta soleiðis, at klárt er at fara undir arbeiðið. Ruddingardagur var seinasta vikuskiftið, tá alt varð ruddað upp, eins og alt er ruddað aftaná kappingina í dag. Byrsumúli vónar at frætta frá kommununi mánadagin, nær arbeiðið uppá breytina fer í gongd. Nærri boð koma vónandi skjótt, hvussu verður við hesum.
Leygardagin 15. mai verður 10. Simme Cup kappingin hildin á skjótibreytini hjá Veiðifelagnum Byrsumúla.
Kappingin er í skeet og trap, og fyrstu 3 umførini telja við í úttøkuni til NSR og í Føroya Cup fyri trap og skeet í 2021.
Meistarafinalurnar verða skotnar við ISSF finalum í báðum greinum. Endaplássini frá nr. 1-6 telja við í Grand Prix kappingini fyri trap og skeet í 2021.
Trap finalan í A-bólkinum verður avgjørd við at skjóta 25 dúgvur við einum skoti. Skeet finalan í A-bólkinum verður avgjørd við at skjóta 20 dúgvur á platti 3, 4 og 5.
Eftir finalurnar verður sjálv Simme Cup kappingin, har tríggir teir bestu skjúttarnir í ávikavist skeet og trap frá fyrstu trimum umførunum skjóta eftir 25 dúgvum í part.
Ongin morgunmatur verður, men okkurt verður lagt á grillina á middegi.
Byrja verður at skjóta klokkan 09:00, og møtt verður í seinasta lagi kl. 08:30.
Eftir kappingina verður ábit fyri allar luttakarar og fyri limir úr øllum skjótifeløgum í Føroyum.
Prísur fyri kapping: 250 kr.
Prísur fyri ábit: 150 kr.
Seinasta freist at boða frá luttøku til kappingina er hóskvøldið, 13. mai, kl. 20 á hesari leinkju: