Leiga breytina til polterabend, firmaskjóting ella aðra hugnaskjóting
Tað ber til at leiga breytirnar til privata skjóting, uttanfyri vanligu skjótitíðirnar í tíðarseiðinum frá 1.mars til 31. oktober.
Veljast kann millum tveir pakkar.
Pakki A. 25 skot og 25 dúgvur fyri 275 kr. / persón.
Pakki B. 15 skot og 15 dúgvur fyri 225 kr. / persón.
Rindast skal fyri í minstalagi 5 persónar.
Um fleiri umfør (25 skot) verða skotin, kosta eftirfylgjandi umfør 250 kr.
Um ongin avtala er gjørd frammanundan, skal rindast kontant á staðnum áðrenn byrja verður at skjóta.
Byrsu, patrónir, dúgvir, hoyravernd, verndarbrillir og skjótivegleiðing fáa/læna tit frá okkum. Tit skulu bert møta upp, íklødd eftir veðrinum.
Tað er strangliga bannað, at møta upp ávirkaður av alkoholið, ella at hava alkohol við sær á sjálva breytina. Eftir skjótingina, kann alkohol njótast inni í okkara felagshølum ella uttanfyri á terrasuni.
Bílegg breytina við at senda teldupost til hugnaskjoting@gmail.com, minst til at skriva kontakt telefon nummar, so vit fáa samband við tykkum, um tað skuldi verðið okkurt.
Í álmanakkanum fyri breytina, sæst um breytin er tøk ein ávísan dag.
Sí álmanakka her: [ Trýst her ]