Veiðifelagið Byrsumúli 40 ár

Tað varð tann 27. mars 1980, at Erik Andersen tók stig til at stovna nýtt skjótifelag í Føroyum, felagið fekk navnið Veiðifelagið Byrsumúli.

Í dag skriva vit 27. mars 2020, so tað vil siga, at felagið í dag hevur 40 ára føðingardag.

Felagið heldur til á Sandvíkum í Tórshavn, har skjótibreytin eisini liggur. Framtíðin fyri skjótibreytina er spennandi, tí Tórshavnar Kommuna hevur fyri stuttum, sett av pening til at uppstiga og nútíðargera breytina, so hon m.a. lýkur altjóða krøv.

186 skrásettir limir eru í felagnum, harav tveir eru heiðurslimir. Seinasta tíðina hevur tilgongdin av nýggjum limum verðið stór, og hevur felagið tískil sett í verk eina skipan, til móttøku av nýggjum limum. Yngsti limur í felagnum er 12 ár, og elsti limur er 88 ár.

Uttanfyri Føroyar hava skjúttarnir í felagnum eisini staðið seg væl, m.a. eigur felagið fyrsta skjúttan, sum vann heiðursmerki í skjóting á oyggjaleikum.

Eftir ætlan, skuldi føðingardagsveitsla og føðingardagskapping verðið avgreidd í morgin, leygardagin, men orsaka av Korona smittuni eru bæði tiltøk avlýst.

Skjótibreytin og Corona (COVID-19)

VBM tekur tilmæli frá myndugleikunum viðvíkjandi COVID-19 smittuni til eftirtektar, og steðgar allari almennari skjóting á breytini á Sandvíkum. Tað merkir m.a. at breytin verður ikki opin sum vanligt sunnudag 15. mars og 22. mars.

Føðingardagsveitslan sum skuldi verða 28. mars á Hotel Hafnia er eisini útsett.

Í løtuni eru ongar broytingar viðvíkjandi F80 kappingini tann 28. mars, tí hetta veldst um tilmæli frá avvarðandi myndugleikum.

Vinarliga
Starvsnevndin

F80 kapping

Skotið verður antin 3 umfør skeet + 1 umfar trap, ella 3 umfør trap + 1 umfar skeet.

Tann sum samlað hevur rakt mest, vinnur kappingina. 

3 tey fyrstu umførini, telja við í Føroya Cup, úttøkuni til NSR og oyggjaleikir 2021, sum Skjótisamband Føroya skipar fyri.

Byrja verður at skjóta klokkan 09:00, og møtt verður í seinasta lagið kl. 08:30.

Prísur: 250,00 kr.

Tilmeldingarfreistin er hóskvøldið 26. mars kl. 20:00

Leinkja til tilmelding: [Trýst her]