Formaðurin í Byrsumúla, Jón Jacobsen hevur í dag undirskrivað samstarvsavtalu við Anniku Olsen, borgarstjóra um at fara undir nútímansgerð av skjótibreytini hjá Byrsumúla á Sandvíkum. Hetta er ein stórur dag í søguni hjá felagnum. Felagið hevur líka síðani virksemið varð tikið uppaftur í 2007 arbeitt við einari ætlan um at fáa gjørt neyðugar ábøtur á breytina, soleiðis at hendan bæði ítróttarliga og umhvørvisliga kundi sigast at lúka øll krøv. Hetta hevur verið ein sera drúgv tilgongd við nógvum mótburði, men nú er umsíðir komið á mál, har ein liðug verkætlan, sum er gjørd saman við Tórshavnar kommunu, og øll myndugleikaloyvi frá friðingarmyndugleikum, umhvørvismyndugleikum, løgregluni o.a. eru fingin til vega. Klárt er tí umsíðir at seta arbeiðið við breytini í gongd.
Felagið, sum fylti 40 ár í mars mánaði í ár, fegnast um, at tað umsíðir røkist fyri, at ein góðkend skjótibreyt, sum kann rúma altjóða kappingum, gerst veruleiki. Okkara skjúttar hava í mong ár kunnað blandað seg uppí oddin í kappingum uttanlands, og hava hóast truplu umstøðurnar megnað at lyfta skjótingina upp á eitt støðið, sum ikki átti at verið møguligt við teimum kørmum, sum felagið hevur virkað undir. Ítróttarligu avrikini seinnu árini hava víst, at okkara skjúttar ikki standa langt aftanfyri grannar okkara. Tá hendan breytin er vorðin veruleiki, eru Føroyar eisini førar fyri at hýsa byrsuskjóting á einum komandi oyggjaleikum í Føroyum, umframt at vit kunnu bjóða útlendskum skjúttum virðiligar umstøður at koma til Føroya at kappast. Umframt hetta, kann breytin gerast karmur um skjóting sum frítíðarvirksemi hjá øllum, sum hava hug at royna leirdúgvuskjóting.
Felagið fegnast um nýggju samstarvsavtaluna við Tórshavnar kommunu og gleðir seg til at taka nýggju breytina í nýtslu um ikki so langa tíð.
Á Sandvíkum, 30. okt. 2020
Veiðfelagið Byrsumúli
Month: October 2020
Harukappingin 2020
Seinasta almenna skjótikappingin í árinum, varð hildin í dag á skjótibreytini hjá Veiðifelagnum Byrsumúla á Sandvíkum.
Kappingin verður skipa sum ein veiðu- og sporting kapping, har skjúttarnir fyrst skjóta eftir leirdúgvum sum rulla eftir vøllinum, og minna um harur. Og síðani leirdúgvum uppi í luftini, sum minna um fuglar.
6 skjúttar skutu seg í finaluna, og í finaluni megnaði Áslakur Johannesen, at vinna kappingina 3 stig frammanfyri næstu kappingarneytarnar.
Áslakur hevur verðið partur av skjótiítróttinum í fleiri ár, og hóast úrslitini ikki altíð hava verðið eftir vild, so hevur hann við sínum positiva og lætta lyndið, verðið ein trúgvur luttakarai í kappingum.
Veiðifelagið Byrsumúli, vil hervið ynskja Áslaki hjartans til lukku við sigrinum í dag.
Nummar 2 gjørdist Herleif Hammer, eftir umsjóting við Ingolf Debes, sum gjørdist nummar 3.
Skjótiárið 2020 er nú komið at enda, hóast árið í ár í mangar mátar hevur verðið serligt, so varð tað bert 40 ára føðingardagkappingin hjá felagnum, sum bleiv avlýst í ár orsaka av korona farsóttini.
Vit vilja hervið takka fyri kappingarárið, og vit síggjast aftur til eitt nýtt spennandi kappingarár.


Harukappingin 2020 – beinleiðis
Bygja verður at skjóta leygardagin 24. okt. 2020 kl. 9:00.
Leinkja til úrslit: [trýst her]
Harukappingin 2020
Leygardagin 24. oktober 2020, verður seinasta kappingin í ár, hildin á skjótibreytini hjá Veiðifelagnum Byrsumúla á Sandvíkum.
Kappingin verður skipa sum ein veiðu- og sporting kapping. Programmið verður avdúka leygarmorgunin, tá kappingin byrjar.
Skotin verða tvey innleiðandi umfør, og síðani eitt finalu umfar.
Byrja verður at skjóta kl. 9:00, og møtt verður í seinasta lagið kl. 08:30.
Luttøkugjaldið er 200 kr. sum skal rindast innan kappingina.
Av tí at nøkur av standplássinum eru á mold og grasi, verður viðmælt at lata seg í fótbúna til endamálið.
Til harukappingina, verður loyvi at brúka hálvautomatiskar og pumpgun byrsur.
Tilmelding: trýst her
Tilmeldingarfreistin er hóskvøldið 22. oktober kl. 20:00.
Listi við tilmeldingum: trýst her
Vinarliga
Veiðifelagið Byrsumúli
