Aðalfundurin 2022

Árligi aðalfundurin hjá felagnum, verður leygardagin 19. februar 2022, kl. 16:00, í felagshølinum á Sandvíkum. Skráin er sambært lógum felagsins.

Ynskjast mál á skrá til “innkomin mál”, skal frágreiðing sendast felagnum á teldupost byrsumuli@gmail.com í seinasta lagi leygardagin 12. februar 2022.

Eftir fundin bjóðar felagið ábit við onkrum góðum afturvið, og av tí at vit skulu keypa inn, hevði verið gott, um teir limir, ið ætla sær at luttaka á aðalfundinum, boða frá við at tilmelda seg við at senda ein teldupost til byrsumuli@gmail.com

Vinarliga
Starvsnevndin

Gott nýggjár – útlitini fyri 2022 !

Byrsumúli ynskir øllum okkara limum, skjúttum, stuðlum og áhugaðu fylgjarum annars eitt gott nýggjár og takk fyri alt í undanfarna ári.

Nú hol er sett á 2022, og nýggja breytin er farin at taka endaligt skap, stendur eitt áhugavert skjótiár fyri framman. Okkara vón er, at nýggja breytin er klár at taka í nýtslu einaferð seinni í vár. Um alt gongst eftir ætlan, kunnu vit tá hýsa kappingum í OL-trap, ABT, OL-skeet, English skeet, Nordic trap og Harukappingini. Hetta fer at geva felagnum heilt aðrar møguleikar, bæði at fyriskipa kappingar, men eisini at taka í móti nýggjum skjúttum og fólki, sum hava hug at royna leirdúgvuskjóting til stuttleika.

Vit gleða okkum til at taka í móti tykkum aftur, tá nýggja breytin er klár.

Nevndin