Leygardagin 25. mars 2023 verður F80 kappingin hjá Byrsumúla á breytini í Sandvíkum. Skotin verða antin 3 umfør skeet + 1 umfar OL-trap ella 3 umfør OL-trap + 1 umfar skeet.
Tann, sum tilsamans hevur rakt flest dúgvur í hesum 4 umførunum, vinnur kappingina. Stendur á jøvnum verður talt aftureftir, fyrst umfør og síðan dúgvur.
Byrja verður at skjóta klokkan 09:00, og møtt verður í seinasta lagi kl. 08:30.
Luttøkugjaldið, ið er 300,00 kr. (unglingar undir 21 ár rinda 100,00 kr.) verður goldið innan kappingarbyrjan.
Tilmelding fer fram við at senda ein teldupost til byrsumuli@gmail.com við upplýsingum um navn, møguligt limafelag, og kappingargrein, sum man ynskir at skjóta 3 umfør í (skeet ella trap)
Tilmeldingarfreistin er hóskvøldið 23. mars kl. 20:00
Leygardagin 18. februar 2023 verður Múlameistarakappingin hildin á skjótibreytini hjá Veiðifelagnum Byrsumúla.
Kappingin er í ár skipað sum ein felags kapping, har skotið verður eitt umfar skeet, eitt umfar OL-trap og eitt umfar haruskjóting (sporting) á 25 dúgvur. Skjúttin, ið hevur rakt flest dúgvur av 75, hevur vunnið. Um tað stendur á jøvnum í millum vinnarar, verður kappingin avgjørd við shoot-off á harubreytini.
Byrja verður at skjóta klokkan 9:30, og møtt verður í seinasta lagi kl. 09:00.
Tilmeldingarfreistin er fríggjakvøldið 17. februar 2023, kl. 20:00.
Kappingin er innanhýsis limakapping fyri allar limir hjá Veiðifelagnum Byrsumúla, og kappingin er ókeypis fyri limir, ið hava goldið limagjaldið fyri 2023. Annars kostar hon 250,00 kr.
Sama dag kl. 16:00 verður árligi aðalfundurin hjá felagnum, sí skrá v.m. niðanfyri á heimasíðuni.
Árligi aðalfundurin hjá felagnum, verður leygardagin 18. februar 2023, kl. 16:00, í felagshølinum á Sandvíkum. Skráin er sambært lógum felagsins.
Ynskjast mál á skrá til “innkomin mál”, skal frágreiðing sendast felagnum á teldupost byrsumuli@gmail.com í seinasta lagi leygardagin 11. februar 2023.
Eftir fundin bjóðar felagið ábit við onkrum góðum afturvið, og av tí at vit skulu keypa inn, hevði verið gott, um teir limir, ið ætla sær at luttaka á aðalfundinum, boða frá við at tilmelda seg við at senda ein teldupost til byrsumuli@gmail.com
Heiðurslimur okkara, Esmar Andreasen andaðist 19. desembur 2022 eftir stutta sjúkralegu 72 ára gamal. Við honum hevur felagið mist eina av okkara eldsálum, sum altíð var klárur at hjálpa, og eisini at taka eitt megnartak, tá á stóð, og ymisk sjálvboðin arbeiði skuldu gerast á skjótibreytini.
Esmar hevur verið ein partur av Byrsumúla frá tíðliga í 1980’unum og luttók m.a. í FM-kappingini í 1983. Esmar var sostatt longu partur av felagnum, tá skotið var í Havnardali fram til 1986, og av virkseminum at rigga nýggju breytina til á Sandvíkum, sum bleiv tikin í nýtslu í 1987 upp undir oyggjaleikirnar her í 1989. Aktiviteturin tá var ikki eins nógvur og nú, men hildið varð á at skjóta, til virksemið steðgaði upp í 1995. Esmar var m.a. eisini partur av oyggjaleikalandsliðnum í trap til oyggjaleikirnar á Álandi í 1991.
Tá arbeiðið at fáa breytina í gongd aftur í 2007 og komandi árini byrjaði, var Esmar aftur klárur at heita á. Tað hava ikki so sjáldan verið boð eftir honum øll hesi árini, tá okkurt var galið við tí elektriska ella onnur arbeiði skuldu gerast.
Esmar tók eisini skjótingina uppaftur, og størsta einstaka bragdið hjá honum í skjóting hevur helst verið, tá hann saman við Ragnari við Streym vann Føroyum bronsuheiðursmerki í liðkappingini í trap á oyggjaleikunum á Bermuda í 2013. Esmar var altíð ein fittur og dámligur maður at hitta á breytini, og hann dugdi eisini væl at fara við teimum nýggju skjúttunum.
Esmar hevur ikki skotið so nógv seinastu árini, men hann vitjaði kortini javnan, og hugurin og kærleikin til felagið hevur alla tíðina verið har. Tá vit fyrr í ár fóru undir arbeiðið at rigga nýggju moderniseraðu breytina til, var Esmar aftur klárur. Hann hevur gjørt eitt megnararbeiði at leggja el inn í øll húsini og at rigga allar maskinurnar til og binda hesar saman, so at alt nú virkar eftir ætlan. Alt samalt sjálvboðið arbeiðið, sum annars vildi kostað felagnum hópin av pengum.
Tað verður okkum í felagnum ein ómetaligur saknur, at Esmar ikki er millum okkara longur, men minnini um hann koma at standa klár í øllum tí arbeiði, sum hann hevur avrikað á breytini. Vit siga honum hjartaliga takk fyri alt, og við samkenslu við tykkum døtrum og abbabørnum, ið eftir sita, lýsa vit við hesum frið yvir minni um megnarmannin og heiðurslim okkara, Esmar Andreasen.
Harukappingin, sum varð hildin leygardagin 22. oktobur, var seinasta skjótikappingin hetta kappingarárið. Talan var um eina spennandi kapping í fagrasta veðri, har 13 skjúttar luttóku. Skotin vórðu 2 umfør á 30 dúgvur, og síðan fóru 6 teir fremstu skjúttarnir í eina finalu.
Kappingin hevði í ár fingið ein annan dám, og varð samansett við ymsum sporting greinum umframt dupult-trap. Talan var um greinar, sum ikki hava verið møguligar at bjóða fram fyrr, men sum við nýggju breytini kundu gerast veruleiki í ár.
Talan gjørdist um eina sera spennandi finalu, sum Jógvan Højgaard vann við 31 stigum, framman fyri Johnhard Klettheyggj við 30 stigum og Finn Ludvig á triðja plássi við 27 stigum. Vinnararnir vunnu gávukort frá Jógvan Weihe, sum er høvuðsstuðul okkara til hesa kappingina, eins og allir luttakararnir eisini fingu harupatrónir sum gávu.
Byrsumúli takkar øllum skjúttum, sum hava luttikið í kappingum okkara í ár, og vónar at síggja bæði hesar og nógvar nýggjar skjúttar til kappingarnar næsta ár.
Nú vetrarhálvan stendur fyri durum, verður skjótibreytin frameftir bert alment opin sunnudagar, kl. 13-16. Orsøkin er, at tað longu nú gerst ov myrkt at skjóta aftaná arbeiðstíð, og dagarnir gerast alsamt styttri.
Seinasta OL-trap kappingin í ár, Mikkjalsmessukappingin verður skotin á breytini hjá Byrsumúla leygardagin 17. sept. Byrjað verður at skjóta kl. 9.30. Til ber at fylgja við kappingini á hesari leinkjuni:
Skotin verða 3 umfør á 25 dúgvur. Síðan fara 8 teir fremstu skjúttarnir (meistarabólkurin) at skjóta ISSF-semifinalur og finalu, meðan teir næstu 6 fara at skjóta eina A-finalu (25 dúgvur).
Ársins seinasta trap kapping, Mikkjalsmessukappingin verður hildin á breytini hjá Byrsumúla leygardagin, 17. septembur, kl. 9.30. Skjúttarnir møta í seinasta lagi kl. 9.00.
Skotið verður eftir 75 dúgvum, og síðani fara 8 teir fremstu at skjóta ISSF-semifinalur (meistarabólkur), og 6 teir næstu skjóta eina A-finalu (25 dúgvur).
Tilmelding fer fram við at senda ein teldupost til byrsumuli@gmail.com. Luttøkugjaldið er 250 kr fyri vaksin og 100 kr fyri unglingar (undir 21 ár), og skal verða goldið á konto 9181-515.875.5 í seinasta lagi á middegi fríggjadagin.
Hetta er eisini seinasta kappingin í Føroya Cup, Makkarakappingini og Grand Prix kappingini fyri trap í ár. Støðan í hesum kappingum sæst á http://skot.fo. Harumframt telur kappingin við í úttøkuni til oyggjaleikirnar í 2023.
Eftir kappingina fara vit at enda kappingarárið, og at byrja heystið við at grilla havhestungar fyri skjúttunum, sum hava luttikið í Mikkjalsmessukappingini 2022.
Tilmeldingarfreistin er hóskvøldið 15. septembur 2022, kl. 20:00.
Skotin verða trý umfør leygardag, og hildið verður fram sunnudag, tá tvey umfør og finalur verða skotnar. 8 teir fremstu skjúttarnir í ávikavist OL-trap og OL-skeet fara víðari til semifinalur í meistarabólkunum, meðan hinir skjóta A-finalur.
Byrjað verður leygarmorgun kl. 9 og sunnudag kl. 13 stundisliga.
Í OL-trap kappingini verður skotið Program 1 leygardag og Program 9 sunnudag.