
Leygardagin 21. mai verður 11. Simme Cup kappingin hildin á skjótibreytini hjá Veiðifelagnum Byrsumúla.
Kappingin er í skeet og OL-trap, og fyrstu 3 umførini telja m.a. við í úttøkuni til NSR, Oyggjaleikir 2023 og í Føroya Cup fyri trap og skeet í 2022.
Meistarafinalurnar verða skotnar við ISSF finalum frá 2021 í báðum greinum. Endaplássini frá nr. 1-6 telja við í Grand Prix kappingini fyri trap og skeet í 2022.
Trap finalan í A-bólkinum verður avgjørd við at skjóta 25 dúgvur við einum skoti. Skeet finalan í A-bólkinum verður avgjørd við at skjóta 20 dúgvur á platti 3, 4 og 5.
Eftir finalurnar verður sjálv Simme Cup kappingin, har tríggir teir bestu skjúttarnir í ávikavist skeet og trap frá fyrstu trimum umførunum skjóta eftir 25 dúgvum í part.
Ongin morgunmatur verður, men okkurt verður til matna á middegi.
Byrja verður at skjóta klokkan 09:00, og møtt verður í seinasta lagi kl. 08:30.
Eftir kappingina verður ábit fyri allar luttakarar og fyri limir úr øllum skjótifeløgum í Føroyum.
Prísur fyri kapping: 300 kr.
Prísur fyri ábit: 150 kr.
Seinasta freist at boða frá luttøku til kappingina í ávikavist OL-trap ella Skeet og/ella til ábit er mikukvøldið, 18. mai, kl. 20 við telduposti til byrsumuli@gmail.com
Áðrenn heiðursmerkjahandanina verður farið at rudda breytina.
Breytin er opin fyri venjing hjá teimum, sum hava meldað til kappingina, hósdagin kl. 17-19.