Tórshamar Open 2022

Leygardagin 23. og sunnudagin 24. juli verður Tórshamar Open aftur hildin á breytini hjá Byrsumúla. Kappast verður bæði í OL-trap og í OL-skeet. Skotin verða 3 umfør (75 dúgvur) leygardag og 2 umfør (50 dúgvur) + finalur sunnudag.

Í báðum greinum verða nýggju ISSF-2022 finalurnar skotnar í Meistarabólkunum. Í A-bólkunum verða finalur skotnar (25 dúgvur í OL-trap og 20 dúgvur í OL-skeet).

Kappingarnar telja við í ymsu kappingunum og úttøkunum hjá Skjótisambandinum. Aftaná kappingarlok leygardagin eru allir skjúttar vælkomnir til ábit, har okkurt gott er lagt á grillina, eins og vanligt hevur verið til hesa kappingina. Byrjað verður at skjóta kl. 9 leygarmorgun og kl. 13 sunnudag. Allir skjúttar skulu møta í seinasta ein hálvan tíma frammanundan. Aftaná kappingarlok báðar dagarnar fara allir luttakarar at rudda breytina fyri dúgvubrot.

Kostnaðurin fyri kappingina er 650 kr., tó soleiðis at unglingar (undir 21 ár) rinda 100 kr. Serlig heiðursmerki eru gjørd til kappingina, eins og góðir vinningar verða latnir. Allir luttakarar vinna onkran vinning.

Tilmelding fer fram við at senda ein teldupost til byrsumuli@gmail.com í seinasta lagi mikukvøldið 20. juli, kl. 20. Luttøkugjaldið kann rindast kontant leygarmorgunin ella verða flutt á konto 9181 – 515.875.5 í seinasta lagi hósdagin.

Tíverri eydnaðist ikki at fáa skjótibreytina lidnað, soleiðis at vit kundu bjóða útlendingum við til kappingina í ár. Hesum loyva verandi umstøður ikki, men vónandi verður hetta betur næsta ár.