Simme Cup 2024

Leygardagin 4. mai verður 13. Simme Cup kappingin hildin á skjótibreytini hjá Veiðifelagnum Byrsumúla.

Kappingin er í OL-skeet og OL-trap, og fyrstu trý umførini telja m.a. við í Føroya Cup í OL-trap og OL-skeet í 2024.

Meistarafinalurnar verða skotnar við ISSF finalum frá 2017 í báðum greinum. Endaplássini frá nr. 1-6 telja við í Grand Prix kappingini fyri trap og skeet í 2024.

Trap finalan í A-bólkinum verður avgjørd við at skjóta 25 dúgvur við einum skoti. Skeet finalan í A-bólkinum verður avgjørd við at skjóta 20 dúgvur á platti 3, 4 og 5.

Eftir finalurnar verður sjálv Simme Cup kappingin, har tríggir teir bestu skjúttarnir í ávikavist skeet og trap frá fyrstu trimum umførunum skjóta eftir 25 dúgvum í part.

Ongin morgunmatur verður, men okkurt verður til matna á middegi.

Byrja verður at skjóta klokkan 09:00, og møtt verður í seinasta lagi kl. 08:30.

Eftir kappingina verður ábit fyri allar luttakarar og fyri limir úr øllum skjótifeløgum í Føroyum.

Prísur fyri kapping: 300 kr., tó rinda unglingar (upp til 21 ár) 100 kr.

Prísur fyri ábit: 150 kr.

Seinasta freist at boða frá luttøku til kappingina í ávikavist OL-trap ella Skeet og/ella til ábit er mikukvøldið, 1. mai, kl. 20 við telduposti til byrsumuli@gmail.com. Í tilmeldingini skal upplýsast navn á luttakara, felag, kappingargrein, og hvørt ein ynskir at luttaka til ábit.

Áðrenn heiðursmerkjahandanina verður farið at rudda breytina.

Breytin er opin hósdagin kl. 17-19 fyri venjing hjá teimum, sum hava meldað til kappingina.