Jóansøkukappingin 2022

Leygardagin 25. juni 2022 verður Jóansøkukappingin í OL-trap hildin á breytini hjá Byrsumúla á Sandvíkum.

Skotin verða 3 innleiðandi umfør, sum m.a. telja við í Føroya Cup 2022, úttøkuni til Oyggjaleikir 2023 og úttøku til World Championship í Kroatia í september/oktober í ár.
Finalur vera í meistarabólkinum (ISSF-2017 finala) og A-bólkinum (25 dúgvur), um nóg nógvir luttakarar vera. Endaplássið í meistarafinaluni telur við í Grand Prix kappingini fyri trap í 2022.

Byrja verður at skjóta klokkan 09:00, og skjúttar møta í seinasta lagi kl. 08:30.

Prísurin fyri kappingina er 250 kr., tó 100 kr. fyri unglingar. Upphæddin verður flutt frammanundan ella goldin kontant við kappingarbyrjan.

Tilmelding til kappingina fer fram við at senda ein teldupost til byrsumuli@gmail.com. Tilmeldingarfreistin er hóskvøldið 23. juni kl. 20:00.