Múlameistarakappingin 2023

Leygardagin 18. februar 2023 verður Múlameistarakappingin hildin á skjótibreytini hjá Veiðifelagnum Byrsumúla.

Kappingin er í ár skipað sum ein felags kapping, har skotið verður eitt umfar skeet, eitt umfar OL-trap og eitt umfar haruskjóting (sporting) á 25 dúgvur. Skjúttin, ið hevur rakt flest dúgvur av 75, hevur vunnið. Um tað stendur á jøvnum í millum vinnarar, verður kappingin avgjørd við shoot-off á harubreytini.

Byrja verður at skjóta klokkan 9:30, og møtt verður í seinasta lagi kl. 09:00.

Tilmeldingarfreistin er fríggjakvøldið 17. februar 2023, kl. 20:00.

Kappingin er innanhýsis limakapping fyri allar limir hjá Veiðifelagnum Byrsumúla, og kappingin er ókeypis fyri limir, ið hava goldið limagjaldið fyri 2023. Annars kostar hon 250,00 kr.

Sama dag kl. 16:00 verður árligi aðalfundurin hjá felagnum, sí skrá v.m. niðanfyri á heimasíðuni.

Starvsnevndin

Aðalfundurin 2023

Árligi aðalfundurin hjá felagnum, verður leygardagin 18. februar 2023, kl. 16:00, í felagshølinum á Sandvíkum. Skráin er sambært lógum felagsins.

Ynskjast mál á skrá til “innkomin mál”, skal frágreiðing sendast felagnum á teldupost byrsumuli@gmail.com í seinasta lagi leygardagin 11. februar 2023.

Eftir fundin bjóðar felagið ábit við onkrum góðum afturvið, og av tí at vit skulu keypa inn, hevði verið gott, um teir limir, ið ætla sær at luttaka á aðalfundinum, boða frá við at tilmelda seg við at senda ein teldupost til byrsumuli@gmail.com

Vinarliga
Starvsnevndin