Month: October 2019
Harukappingin 2019
Leygardagin 26. oktober 2019, verður seinasta kappingin í ár, hildin á skjótibreytini hjá Veiðifelagnum Byrsumúla á Sandvíkum.
Kappingin verður skipa sum ein veiðu- og sporting kapping. Programmið verður avdúka leygarmorgunin, tá kappingin byrjar 🙂
Skotin verða tvey innleiðandi umfør, og síðani eitt finalu umfar.
Byrja verður at skjóta kl. 09:00, og møtt verður í seinasta lagið kl. 08:30.
Luttøkugjaldið er 200 kr. sum skal rindast innan kappingina.
Av tí at nøkur av standplássinum eru á mold og grasi, verður viðmælt at lata seg í fótbúna til endamálið.
Góðir vinningar verða.
Til harukappingina, verður loyvi at brúka hálvautomatiskar og pumpgun byrsur.
Tilmelding: trýst her
Tilmeldingarfreistin er hóskvøldið 24. oktober kl. 20:00.
Listi við tilmeldingum: trýst her
Vinarliga
Veiðifelagið Byrsumúli

Ruddingardagur 12. okt. 2019
12. okt. 2019 er ársins seinasti stóri ruddingardagur hjá VBM á skránni.
Liggur ikki fyri ruddingardagin, ber altíð til at rudda aðrar tíðir.
Gott hevði verði, um limir ið koma at rudda, boða frá við skráseta seg her: >> Trýst her <<
Ískoyti er 1 umfar pr. tíma.
Vinarliga Starvsnevndin
