Hósdagin tann 30. mai 2019, er opið sum sunnudag. T.v.s. frá kl. 13:00.
Month: May 2019
Vármúlakappingin 2019 – beinleiðis
Byra verður at skjóta leygarmorgunin 25. mai 2019 kl. 9:00.
Leinkja til úrslit: http://bit.ly/2wcuWne
Vármúlakappingin 2019 í trap
Leygardagin 25. mai 2019 verður Vármúlakappingin hildin á skjótibreytini hjá Veiðifelagnum Byrsumúla.
Fyrstu 3 innleiðandi umførini telja við í Føroya Cup fyri trap í 2019. Finalan verður skotin eftir OL trap reglum, og telur við í Grand Prix kappingini fyri trap í 2019.
Byrja verður at skjóta klokkan 09:00, og skjúttar møta í seinasta lagið kl. 08:30.
Prísir pr. persón fyri kapping: 250 kr.
Tilmeldingarfreistin er hóskvøldið 23. mai kl. 20:00.
Vinarliga boða frá luttøku við at trýsta á leinkjuna niðanfyri.
[Leinkja]
Tilmeldingar: [trýst her]
Simme Cup beinleiðis
Byrja verður at skjóta kl. 9:00 leygardagin tann 11. mai 2019.
Fylg við úrslitinum á hesari leinkju: http://bit.ly/2LMy443

Leygardagin 11. mai verður Simme Cup kappingin hildin á skjótibreytini hjá Veiðifelagnum Byrsumúla.
Kappingin er í skeet og trap, og fyrstu 3 innleiðandi umførini telja við í Føroya Cup fyri trap og skeet í 2019.
Meistara finalurnar verða skotnar við ISSF finalum í báðum greinum. Endaplássini frá 1..6 telja við í Grand Prix kappingini fyri trap og skeet í 2019.
Trap finalan í A-bólkinum, verður avgjørd við at skjóta 25 dúgvir við einum skoti.
Skeet finalan í A-bólkinum, verður avgjørd við at skjóta 20 dúgvur á platti 3,4 og 5.
Eftir finalurnar, verður sjálv Simme Cup kappingin, har tríggir teir bestu skjúttarnir í ávikavist skeet og trap, frá innleiðandi trimum umførunum, skjóta eftir 25 dúgvum.
Stendur á jøvnum aftaná 25 dúgvur, verður talt saman hvør hevði hægri tal í innleiðandi trimum umførunum. Er framvegis javnt, verður hugt eftir hvør hevði besta umfar og síðani næst besta.
Byrja verður at skjóta klokkan 09:00, og møtt verður í seinasta lagið kl. 08:30.
Eftir kappingina verður veitsla fyri allar limir, úr øllum skjótifeløgum í Føroyum.
Prísir bara fyri kapping: 300 kr.
Prísir bara fyri veitslu: 200 kr.
Prísir fyri kapping og veitslu: 400 kr.
Tilmelding: http://bit.ly/2VELDWF
Tilmeldingarfreistin er hóskvøldið 9. mai. kl. 20:00 føroyska tíð.
Listi við tilmeldingum: trýst her
Arbeiðsdagur 29. juni 2019

Leygardagin 29. juni 2019 kl. 10:00. Skulu allir aktivir limir møta til ein arbeiðsdag, har ymiskt viðlíkahald av breytini verður gjørt.
Sig frá á byrsumuli@gmail.com, um tað ikki liggur fyri hjá tær at møta hendan dag.
Vinarliga
Starvsnevndin