Jóansøkukappingin 2021 í trap

Leygardagin 26. juni 2021 verður Jóansøkukappingin í trap hildin á breytini í hjá Byrsumúla á Sandvíkum.

Fyrstu 3 innleiðandi umførini telja við í úttøkuni til NSR og í Føroya Cup fyri trap í 2021.
Finalur vera í meistarabólkinum og A-bólkinum, um nóg nógvir luttakarar vera. Finalan verður skotin eftir OL trap reglum, og endaplássið í meistarafinaluni telur við í Grand Prix kappingini fyri trap í 2021.

Byrja verður at skjóta klokkan 09:00, og skjúttar møta í seinasta lagi kl. 08:30.

Prísurin fyri kappingina er 250 kr.

Tilmeldingarfreistin er hóskvøldið 24. juni kl. 20:00.

Tilmelding: [trýst her]

Síggja tilmeldingar: [trýst her]

Upprudding á breytini innan umbygging fer í gongd

Nú arbeiðið at byggja nýggju breytina fer í gongd 28. juni, verður farið undir at gera gomlu breytina klára. Vit fara at rudda breytina fyri dúgvubrot og patrónproppar mikudagin 23. juni, kl. 17. Heitt verður á øll, sum hava møguleika til tess, um at koma at hjálpa til.

Breytin verður opin fyri venjing aftur hósdagin í sambandi við seinastu trapkappingina, sum verður leygardagin 26. juni. Aftaná ta kappingina rudda luttakararnir upp eftir sær (dúgvur og proppar).

Breytin verður síðani stongd, til nýggja breytin er klár at taka í nýtslu. Hetta verður vónandi seint í heyst.

Nevndin