Hin 27. mars 1980 tók Erik Andersen, sum tá búði í Saltangará, stig til stovnandi aðalfund av einum skjótifelag. Við til stovningina vóru: Erik sjálvur, Bogi Wardum, Trygvi Samuelsen, Tórur Mikkelsen, Ingvald á Kamarinum, Bjarki Jacobsen, Regin Enghamar, Janus Isaksen, Steingrim Samuelsen og Óli Finsson. Felagið fekk navnið “Veiðifelagið Byrsumúli”.
Nevndin skipaði seg soleiðis:
Formaður: Erik Andersen
Skrivari: Tórur Mikkelsen
Kassam.: Kaj Olsen
Erik skaffaði eina maskinu til Jagt-skjóting, og velbastað-bóndin lat okkum lendi í Havnardali. Skotið varð fyrstu ferð hvítusunnudag 6. juni 1980 í Havnardali. Í desembur var veitsla hildin (um 50 fólk), tá vóru um 100 limir. Aðalfundur var 19. mei 1981 á Hotel Hafnia. Nevndin varð afturvald, og limagjaldið bleiv hækkað úr 100 til 200 kr. árliga.
Tann fyrsta kappingin var tann 31. oktobur 1981 í Havnardali. Vinnarar vórðu:
í A-bólkinum:Arnfinn Kithler við 17 dúgvum av 24.
í B-bólkinum:Steen Lorentzen við 11 dúgvum av 16.
Síðani vant uppá seg við skjóting og kappingum í Havnardali, og fundum og veitslum. Vit fingu sponsorar til kappingarnar, har var bæði Mimir og Restorff’s Bryggjarí, sum kappingarnar fingu navn eftir. Seinni kom Oyggjatíðindi við sum sponsor. Í 1982 var FM-kapping, hvar Trygvi Samuelsen vann. Erik og Arnfinn Kithler blivu nr. 2 og 3. Hetta árið var eisini tann fyrsta Restorff’s Gull Cup kappingin.
Í juli 1983 var 75-ára jubileum hjá Havnini sum keypstaður, og ymisk norðurlendsk ítróttafeløg komu higar at kappast, m.a. skjóti-lið frá Danmark og Grønlandi. Tað var læruríkt. Tá ið vit blivu limir í Tórshavnar Ítróttaráð í 1983, gav tað okkum nakað meira av pengum ar arbeiða við.
Seinni hetta árið var FM-kapping við veitslu aftaná á Hotel Føroyum. Vinnarar vórðu:
í A-bólkinum: nr. 1 Jan Mortensen, nr. 2 Erik Andersen, nr. 3 Simme Jacobsen.
í B-bólkinum: nr. 1 Trygve Samuelsen, nr. 2 Esmar Andreasen, nr. 3 Regin Enghamar.
Í 1984 vóru 2 kappingar: 7. juli Restorff’s Gull Cup, hvar Arnfinn Kithler vann A-bólkin, og Annette Hedegaard vann B-bólkin. Og 20 oktobur var FM-kapping, hvar úrslitini vórðu:
A-bólkurin:
nr. 1 Arnfinn Kithler: 22 dúgvur við 25 skotum
nr. 2 Trygvi Samuelsen: 20 dúgvur við 25 skotum
nr. 3 Erik Andersen: 18 dúgvur við 26 skotum
B-bólkurin:
nr. 1 Bogi Wardum: 17 dúgvur við 28 skotum
nr. 2 Ólherju Hammer: 16 dúgvur við 32 skotum
nr. 3 Hans Mortensen: 14 dúgvur við 28 skotum
Í 1985 flutti formaðurin Erik Andersen til Damnarkar, og Simme bleiv nýggjur formaður. Eina tíð hevði verið arbeitt hart uppá at fingið annað lendi til skjótibreytir, og Erik hevði víst á Sandvíkir norðan fyri Hvítanes. Tann 4. februar 1986 eydnaðist tað at fáa semju um Sandvíkir millum Jarðarráðið, bóndan Hanus Wang, og Byrsumúla. So varð arbeitt við góðum huga, til trapp-breytin var klár, og síðani varð søkt um studning frá kommunu, landsstýri og donskum stovnum. Tann 20. mei 1987 varð manningaskúrurin “reistur”.
Men enn varð skotið í Havnardali, tann seinasta kappingin har var FM-kappingin tann okt. 1986. Skotið varð í meistara-, A- og B-bólki. Úrslitini vórðu: M-bólkurin: nr. 1 Simme við 32 dúgvum (av 40), nr. 2 Tórbjørn Hansen, og nr. 3 Henning Sørensen. A-bólkurin: nr. 1 Bogi Wardum við 17 (av 24). B-bólkurin: nr. 1 Torstein Ehrenbjerg við 11 (av 16), nr. 2 Erik Møller og nr. 3 Magni Olsen. Veitslan aftaná varð hildin í Mimir.
Í juni 1985 vóru 5 mans í Herning á venjingarlegu í eina viku: Erik Andersen, Simme, Ólherji Hammer, Bogi Wardum og Henning, tí farast skuldi til teir fyrstu Oyggjaleikirnar, sum skuldu verða á Isle of Man. Í Herning Sørensen fingu vit eitt sindur av venjing, áðrenn kappingina, men øll úrslit á Isle of Man vórðu frá meðal og niður. Vit fingu nakað av venjing frá skjúttunum á Isle of Man.
Vit fóru kortini við góðum treysti til Oyggjaleikirnar á Guersey, men uttan vón um serliga framúr úrslit. Úttiknir til leikirnar í trap vórðu:, Bogi Wardum og Simme, eykamenn vóru: Esmar Andreasen, Hjallgrim Hentze og Trygvi Samuelsen. Bogi bleiv nr. 12 av 20 og fekk 133 av 200 dúgvum.
Trap-breytin í Sandvíkum varð tikin í nýtslu í aug. 1987, stutt aftaná Oyggjaleikirnar á Guernsey. Mimirs Cup 1987 varð skotið á tí nýggju trap-breytini í Sandvíkum tann 31. oktobur. Vinnarar: bara trap: nr. Tonny Ventrup við 35 av 50 dúgvum, nr. 2: Bogi Wardum við 31, og nr. 3: Hjallgrim Hentze við 29 dúgvum. Í B-bólkinum var nr. 1 Henning Sørensen, nr. 2 Per Andersen og nr. 3 Annfinn Poulsen. Tann 28. oktobur varð eisini ein kapping á Norðskála í jakt-skjóting.
Tað mesta av 1988 varð brúkt til fyrireikingar til Oyggjaleikirnar, sum skuldu verða í Føroyum 1989, m.a. fingu vit kommununa at gera eitt vegaskapilsi oman til skúrin, og skeet-tornini vórðu reist. Fleiri kappingar vóru, m.a. tann fyrsta FM-kappingin við 75 dúgvum saman við Sunda Byrsufelag varð skotin á Norðskála (skeet) og í Havn (trap). Vinnari í skeet var Tonny Ventrup úr BM, og í trap Lars Kjeldberg úr BM.
Árið 1989 var merkt av, at Byrsumúli skuldu standa fyri skjótingini á Oyggjaleikunum í juli. Nógv var at fundast um, og stuðul og lóður mátti skaffast til vega. Tað endaði kortini við, at oyggjaleikanevndin betalti alt lóðurið, m.a. ein heilan konteynara av dúgvum.
Higar komu vip-arar sum góðkendu breytirnar hjá okkum, og alt spenti væl av undir leikunum, vit fingu rós fyri avrikið, og fólk vóru hugtikin av umhvørvinum. Heiðurmerki fingu vit eingi, men nógva erfaring.
Tann 23. sept. 1989 var FM-kapping við luttøku av Sunda Byrsufelag. Skotið varð eftir 200 dúgvum, og vinnari í trap var Hjallgrim Hentze við 130 dúgvum, og í skeet Arnfinn Kithler við 146 dúgvum.
1990 var eitt gott ár við 6 kappingum, m.a. 10-ára jubileums-kapping, vinnari í trap: Simme við 50 av 75 dúgvum, og í skeet: Arnfinn Kithler við 62 av 75 dúgvum. Harumframt var landskapping við hetlendingar í Hetlandi. Tað var ei sjáldsama góður túrur, nakrar av konunum vóru við, og hóast vit einki metal vunnu, var tað sosiala í topp.
1991 var merkt av Oyggjaleikunum, sum skuldu verða á Álandi hetta árið. Okkara menn vóru: í trap: Finn Ludvig (160/200), Esmar Andreasen, Trygvi Samuelsen og Bogi Wardum, og í skeet: Arnfinn Kithler (154/200) og Ólherji Hammer.
Vit høvdu tá nógvar trupulleikar av bóndanum, sum royndi at fáa okkum burtur av økinum í Sandvíkum og tí kærdi okkum til búnaðarstevnuna. Hetta var byrjanin til eina drúgva trætu við bóndan, jarðarráðið, búnaðarstevnu og yvibúnaðarstevnu um rætt okkara til at vera í Sandvíkum. Nærri um trætuna á LINK
FM-kappingin í 1991 varð skotin 31. august. Vinnararnir vóru: í trap: Regin Hentze við 79 av 100, og í skeet: Arnfinn Kithler og Jan Hentze við 81 av 100. Eftir umskjóting vann Arnfinn.
Í 1992 varð aftur farið til Hetlands, tí lagaligur fartur var við Smirli. Vit høvdu avtalað við hetlendingar at hava landsdystir okkara millum tey árini eingir Oyggjaleikir vóru, og skiftast um at vera vertir. Teir áttu tørn hetta árið, og 9 fólk fóru avstað, harav 7 skjúttar. Kappingin var tó nakað miseydnað, tí maskinurnar gingu fyri, og skjótast mátti ‘sporting’ og ‘down the line’, og úrslitið var, at hetlendingarnir vórðu stinnastir.
Fm-kapping var 29. august, og vinnarar vóru: í trap: Regin Enghamar og Finn Ludvig við 82 dúgvum av 100, eftir 2 umskjótingum vann Regin Enghamar. Og í skeet: Jan Hentze við 73 av 100 dugvum.
Í 1993 vóru fleiri kappingar umframt Oyggjaleikir: Oyggjatíðinda kappingin 19. juni, Vinnari í trap Finn Ludvig við 68 av 100 dúgvum, og í skeet Ólherji Hammer við 54 av 100.
Síðani var FM-kapping 28. august við hesum úrslitunum:
Trap: nr. 1 Finn Ludvig 87 av 100 dúgvum
nr. 2 Jón Viðstein 79
nr. 3 Regin Hentze 74
Skeet: nr. 1 Tórbjørn Hansen (úr Sunda Byrsufelag)
nr. 2 Helgi Viðstein 58
nr. 3 Jan Hentze 55
2. oktobur var Mimirs Cup skotið, og vinnari í trap varð Bogi Wardum við 91 dúgvum av 100 (hetta var met), og í skeet Helgi Viðstein við 65 dúgvum av 100.
9. oktobur 1993 byrjaði Sunda Byrsufelag við Veðrakappingini, sum bleiv ein nógv avhildin kapping, hvar Føroya Bjór sponsorerar ein veðr og steyp, og okkurt aftrat sum vinning. Veðrurin verður flettur sama dag aftaná kappingina, og so er veitsla aftaná. Hon var hetta árið hjá Tórbjørn Hansen, formanninum, og veðrin vann Finn Ludvig úr Byrsumúla við 59 dúgvum, nr. 2 varð Regin Hentze úr BM við 57 dúgvum, og nr. 3 varð Bogi Wardum við 54 dúgvum av 75. Kostn. var 100 kr. fyri hvønn.
Fyrst í juli 1993 vóru Oyggjaleikirnir á Isle of Wight, og við fóru í trap Finn Ludvig og Regin Hentze, og í skeet Ólherji Hammer. Tá var Byrsumúli ikki í sersambandi undir ÍSF og fekk tí ongan landskassastuðul til ferðina, so teir máttu gjalda tað mesta sjálvir.
Í 1994 vórru bert 3 kappingar (Veðrakappingin varð avlýst):
10. sept. Oyggjatíðindakapping í trap, hvar Regin Enghamar vann við 62 dúgvum av 100.
24. sept. Mimirs Cup, hvar Jón Viðstein vann eftir umskjóting við Esmar Andreasen og Simme.
29. okt. FM-kappingin í skeet, hvar Jan Hentze vann við 73 dúgvum av 100.
13. august vóru hetlendingar í Føroyum til landsdyst, og her gekst betri hjá okkum enn seinast, tí vit vunnu alt sum var at vinna. Vit høvdu tá aftur søkt um 10.000 kr. í studningi frá ÍSF til endamálið, men vit fingu ongantíð svar aftur.
Í februar 1995 søktu vit ÍSF um stuðul til Oyggjaleikirnar á Gibraltar hetta árið og vístu á bronsumedaljuna hjá Finn á Isle og Wight í 1993, men vit fingu heldur einki svar frá teimum hesa ferð, og tí endaði tað við, at eingin skjútti fór avstað. Tann 31. mei høvdu vit aðalfund, hvar tann vánaliga støðan hjá felagnum varð viðgjørd. Bóndin hevði fleiri ferðir beitt politiið eftir okkum at steðga virkseminum, og tað vóru menn ikki so fegnir um, so skjótingin steðgaði upp. Nærri um trætuna LINK
Virksemi felagsins varð hereftir mest at standa ímóti áganginum frá bóndanum og myndugleikunum, og Simme sum formaður og einasti “aktivi” limurin hevur við áhaldni og treiskni megnað at komið á mál við strembanini at fáa legaliserað skjótivøllin og skjótingina í Sandvíkum.
Fleiri av limum okkara gjørdust limir í Sunda Byrsufelag og fóru av og á norður til Norðskála at venja, og eisini vóru onkrir okkara á Veðrakappingum, tey árini tær vóru hildnar. T.d. vóru í 1997 av teimum 16 luttakarunum 7 úr Byrsumúla, hvar Finn Ludvig bleiv nr. 2 aftaná Marius Joensen úr Sunda Byrsufelag. Og í 2002 vóru 9 mans úr Byrsumúla á Veðrakapping á Norðskála.
Í 1998 varð Skjótisamband Føroya (SkF) undir ÍSF sett á stovn. Tað varð samansett av Byrsudeildini og Bogaskjótideildini, hvar Schandorff Wang var formaður. Teir høvdu longu sersamband í ÍSF, og saman við teimum fingu vit nú burturav landskassastuðlinum og tipspengunum hjá ÍSF. Nú varð gjørligt saman við Sunda Byrsufelag fíggja venjingar og kappingar.
Endiliga í 2003 kundu vit aftur skjóta í Sandvíkum (hildu vit), tí býráðið skuldi standa aftanfyri okkum, um nakað tók seg upp. So vit høvdu eina góða kapping tann 18. oktobur 2003. Men longu áðrenn kappingina sendi býráðið okkum bræv við kravi um at steðga beinanvegin, men kappingin fór so fram kortini, og hátíðarhaldið í Hornahúsunum var gótt. Eirikur Elisson úr Sunda Byrsufelag vann kappingina, og Jóannis Joensen, eisni úr Sunda Byrsufelag, varð nr. 2.
Hóast stríðið við myndugleikarna helt fram sum vant, vóru vónirnar fyri eini loysn nú so góðar, at 25-ára dagurin hjá Byrsumúla varð hildin í Hornahúsunum hin 12. novembur 2005 og lagið á monnum var gott, tí tað gekk framá við loyvunum hjá felagnum. Erik Andersen, stovnarin, var við til veitsluhaldið.
Í 2005 vóru vit í Hetlandi 2 ferðir (tá var bíligt við Norrønu): fyrst til landsdyst, hvar vit taptu, men fingu venjing til Oyggjaleikirnar, sum skuldu vera í Hetlandi í juli. Har gekst væl hjá Marius Joensen úr Sunda Byrsufelag, hann fekk bronsu í skeet við 120 av 125 dúgvum. Einaferð enn varð søga skrivað í føroyskari skjóting!
Í 2007 vóru Oyggjaleikirnir á Rhodos. Allir skjúttarnir vóru úr Sunda Byrsufelag, og við í ferðini va ein rifluskjútti, ein ungur hálvur føringur, sum býr í Danmark. Har var ógvuliga heitt í juli, ein dagin omanfyri 50 stig, og úrslitini hjá skjúttunum vóru ikki í topp. Tað besta úrslitið fekk Magni Dam, sum varð nr. 10 við 94 dúgvum av 125, men annars var tað ein fínur túrur, sum sæst.
Í apríl 2007 fekk Byrsumúli endiliga ein leigusáttmála við býráðið uppá økið í Sandvíkum – og síðani hava vit ikki hoyrt grett frá teimum, hóast teir skuldu gera vegin lidnan og gera portur á omankoyringina. Vit arbeiddu víðari og í mei 2008 royndarskutu vit á skeet-breytini.
Síðani kom skjótingin spakuliga í gongd aftur, alt meðan ábøtur vórðu gjørdar, og trap-breytin bleiv riggað til. Hon varð royndarskotin 22. august 2008. Eftir at gera var tó ymist, sum at klæða felagshúsini, rigga septiktanga, hampa húsini innan og annað smáputl.
Í 2010 bleiv avgjørt at fáa nýggjar maskinur til vega. Tvær maskinur til Skeet banan vóru keypar. Tað var ikki nógvur peningur til, men við góðari hjálp frá limum felagsins og hjálp frá SKF bar hetta til. Á endanum av árinum vóru maskinurnar goldnar.
Í 2011 keyptu vit eina maskinu til Trap banan. Aftur var góð hjálp at fáa frá limum felagsins. Maskinan bleiv goldin beinavegin.
Í 2012 fór felagið í holt við at byggja eina harubreyt norðanfyri trap breytina. Fyrst bleiv planera og síðani stoyptur ein sokkil. Skúrurin bleiv smíðaður innandura av sjálvbodnum limum ein leygardag, og síðani fluttur niðan á Sandvíkar í pettum. Byggingin av skúrinum, bleiv skipa av Dorian Petersen.
Í 2015 varð harubreytin endaliga klár, og um heysti varð fyrsta almenna harukappingin hildin á harubreytini. 23 luttakarar vóru tilmeldaðir, og Marius F. Joensen vann kappingina, frammanfyri Jákup Mikkelsen og Robert Hansen.
Samlaða íløgan í harubreytina varð uml. 75.000 kr. sum bleiv fíggja yvir dagliga raksturin av felagnum.
Eftir at føroyskir skjúttar høvdu luttikið á kappingum uttanfyri Føroyar, kom í 2016 hugskotið, at skipa fyri eini altjóða opnari kapping, sum strekti seg yvir tveir samanhangandi dagar. Kappingin fekk heiti Tórshamar Open, og málið varð at lokka útlendskar luttakarar heim til Føroyar at luttaka. Samstundis varð avgjørt at hækka luttøkugjaldið munandi, so tað kundi fíggja pengavinningar til vinnararnar.
Fyrsta árið hevði kappingin vitjan av einum dana, og árið eftir (2017) hevði kappingin vitjan av teimum íslendingum.
Fyrsta Tórshamar Open vann Emil Kjeldgaard í skeet, og Alex Johannesen vann í trap.
1. januar 2017 blívur vápnalógin í Føroyum broytt, og viðførdi tað m.a. at nú blívur vápnaprógv og vápnatrygdarskeið eitt krav, um tú skal nýta ávís vápn lógliga.
Undirvísarar frá Dansk Skytteunion komu til Føroyar tílja í 2016, at útbúgva okkara virknastu limir, so teir fingu góðkenning at undirvísa á vápnatrygdarskeiði, sum góðkendir skjótivegleiðarar.
Í samstarvið við Tórshavnar Kvøld og Ungdómsskúla, bleiv á heystið 2016 skipa fyri fyrsta vápnatrygdarskeiði í Føroyum. Ástøðiligi parturin bleiv hildin á undirvísingarhølum í Hoydølum, og verkligi parturin á skjótibreytini á Sandvíkum.
Undirvísarar vóru Gunnar S. Knudsen, Sjúrður Knudsen og Herleif Hammer