Reglur tá skotið verður

Ábyrgdarhavarin tekur ímóti peningi og útflýggjar patrónir. Gjaldast skal innan skoti verður.

Tær patrónir sum leypa av tá skotið verður trap, skulu ikki nýtast til eykadúgvur, men goymast til eykaskot næstu fer skotið verður umfar.

Tað er bert loyvt at brúka patrónir keyptar frá Byrsumúla á breytini, men avtala kann gerast um at brúka aðrar, um tær liva upp til góðkenningina av breytini.

Í vanligum upplatingartíðum, verður fyrsti tímin fyrst og fremst nýttur til venjing á div. plattum. T.v.s. ikki til rundir. Treytin er tó, at tey sum ætla at venja pláss, eru møtt í seinasta lagi 10 minuttir yvir.

Fyri at øll skulu sleppa framat at venja í vanligu venjingartíðunum, er neyðugt, at vit øll taka atlit til, at møguliga eru fólk, sum bíða eftir at sleppa at skjóta. Um nógv fólk eru møtt, er neyðugt at skiftast, soleiðis at ikki verður bíða meira enn eitt umfar.

Ábyrgdarpersónurin er hægsti mynduleiki á breytini. Viðkomandi kann nokta persóni uttan ávaring at skjóta, um so er at viðkomandi ikki heldur reglugerðinar.
Tað er strangliga bannað at verða ávirkaður tá ið skoti verður.
Tað er bert loyvt at løða byrsuna á skjótiplássunum.
Vend ongantíð byrsuna móti øðrum persónum

Tá ið fari verður av skjótiplássinum, skulu brúktu patrónirnar koyrast í kurvina og byrsan knekkast so hini síggja at eingin patrón er í.
Tað er bannað hjá øllum, at skjóta uttanfyri vanligu upplatingartíðirnar, tó kann avtala gerast við starvsnevndina, um at skjóta uttanfyri vanligu upplatingartíðirnar.

Eftir lokna skjóting skulu øll hjálpa til við at rudda.