Tað eydnaðist í dag at avgreiða føðingardagskappingina hjá Byrsumúla á nýggju breytini, hóast hendan ikki er liðug og ikki tikin alment í nýtslu enn. Kappast varð í skeet og OL-trap, og heili 28 luttakarar vóru við úr Byrsumúla, Sunda Byrsufelag, Eysturskot og Vestmanna Byrsufelag. Kappingin gekk væl, og ongin ivi er um, at breytin verður góð, tá hon er liðug og vallað.
Úrslitið gjørdist, at Marius Joensen (SBF) vann suverent við 88 dúgvum (av 100), Alex Johannesen (EYS) gjørdist nr. 2 við 76 dúgvum og Sámal Debes (SBF) nr. 3 somuleiðis við 76 dúgvum. Úrslitini hjá okkara skjúttum vóru merkt av, at vit ikki hava havt nakra breyt at skjóta á síðan á jóansøku í fjør, og at øll orkan í ár er farin til arbeiðið at gera nýggju breytina klára.
Í kappingini í dag skeyt Alex Johannesen fyrsta 25-talið (allar dúgvurnar) á nýggju OL-trap breytini, meðan Marius Joensen skeyt heili trý 23-tøl á Skeet breytini. Hjartaliga til lukku við hesum.
Breytin verður fyribils ikki alment opin, men vónað verður, at hendan er liðug og klár at taka alment í nýtslu til Simme-Cup kappingina, sum verður 21. mai í ár.
Nevndin