Vármúlakappingin í OL-trap verður hildin á breytini hjá Byrsumúla á Sandvíkum leygardagin 28. mai.
Fyrstu 3 innleiðandi umførini telja við í úttøkuni til NSR 2022, í Føroya Cup og til oyggjaleikaúttøkuna í 2023. Finalur vera í meistarabólkinum og A-bólkinum, um nóg nógvir luttakarar vera. Meistarafinalan verður skotin eftir ISSF-reglum frá 2017, og ein møgulig A-finala verður skotin eftir 25 dúgvum. Endaplássið í meistarafinaluni telur við í Grand Prix kappingini fyri trap í 2022.
Byrja verður at skjóta klokkan 09:00, og skjúttar møta í seinasta lagi kl. 08:30.
Prísurin fyri kappingina er 250 kr.
Tilmelding til kappingina fer fram við at senda ein teldupost til byrsumuli@gmail.com. Tilmeldingarfreistin er hóskvøldið 26. mai kl. 20:00.