Á nevndarfundi 11. februar hevur nevndin í Byrsumúla skipað seg soleiðis:
Jón Jacobsen, formaður
Finn Ludvig, næstformaður
Sigvald Zachariassen, kassameistari
Herleif Hammer, skrivari
Johnhard Klettheyggj, nevndarlimur
Esmar Joensen, sum hevur verið kassameistari í felagnum síðan 2015, hevur valt at taka seg úr nevndini. Esmar er formaður í Skjótisambandinum, og nú Skjótisambandið hevur fingið altjóða limaskap í ISSF, fer hetta at krevja alsamt meira av honum. Nevndin skilir tí væl avgerð hansara, og fer at takka honum fyri hansara týðandi leiklut í nevndini hesi 6 árini.
Leygardagin 6. februar 2021 verður Múlameistarakappingin hildin á skjótibreytini hjá Veiðifelagnum Byrsumúla.
Kappingin er í skeet og trap, og skotið verður 3 umfør á 25 dúgvur. Skjútti ið hevur rakt flest dúgvur av 75, hevur vunnið. Um tað stendur á jøvnum í millum vinnarar, verður kappingin avgjørd við shoot-off.
Sum undanfarin ár, verður miða eftir, at manna ein bólk fyri óroyndar skjúttar. Á henda hátt ber til at hjá øllum at kappast á einum ítróttaligum grundarlagið.
Byrja verður at skjóta klokkan 10:00, og møtt verður í seinasta lagið kl. 09:30.
Tilmeldingarfreistin er fríggjakvøldið 5. februar 2021 kl. 20:00.
Kappingin er innanhýsis limakapping fyri allar limir hjá Veiðifelagnum Byrsumúla, og kappingin er ókeypis fyri limir, ið hava goldið limagjaldið fyri 2021. Annars kostar hon 250,00 kr.
Sama dag kl. 16:00 verður árligi aðalfundurin hjá felagnum, sí skrá v.m. niðanfyri á heimasíðuni.
Árligi aðalfundurin hjá felagnum, verður leygardagin 6. februar 2021 kl. 16:00, í felagshølinum á Sandvíkum. Skráin er sambært lógum felagsins.
Ynskjast mál á skrá til “innkomin mál” skal frágreiðing sendast felagnum á teldupost byrsumuli@gmail.com í seinasta lagi leygardagin 30. januar 2021.
Eftir fundin bjóðar felagið ábit við onkrum góðum afturvið, og av tí at vit skulu keypa inn, hevði verði gott, um teir limir, ið bert ætla sær at luttaka á aðalfundinum, boða frá við at tilmelda seg her: https://bit.ly/vbm_adalfundur_2021_tilmelding
Múlameistarakappingin, sum er innanhýsis hugna kapping fyri limirnar í Veiðifelagnum Byrsumúla, verður sama dag. Sí meira kunning um kappingina omanfyri.
Almenna tilmæli viðvíkjandi sóttarhaldið, og fyribyrgjandi kanninginar í samband við uttanlands ferðir skal haldast. Sí annars øll tilmæli á https://skot.fo
Formaðurin í Byrsumúla, Jón Jacobsen hevur í dag undirskrivað samstarvsavtalu við Anniku Olsen, borgarstjóra um at fara undir nútímansgerð av skjótibreytini hjá Byrsumúla á Sandvíkum. Hetta er ein stórur dag í søguni hjá felagnum. Felagið hevur líka síðani virksemið varð tikið uppaftur í 2007 arbeitt við einari ætlan um at fáa gjørt neyðugar ábøtur á breytina, soleiðis at hendan bæði ítróttarliga og umhvørvisliga kundi sigast at lúka øll krøv. Hetta hevur verið ein sera drúgv tilgongd við nógvum mótburði, men nú er umsíðir komið á mál, har ein liðug verkætlan, sum er gjørd saman við Tórshavnar kommunu, og øll myndugleikaloyvi frá friðingarmyndugleikum, umhvørvismyndugleikum, løgregluni o.a. eru fingin til vega. Klárt er tí umsíðir at seta arbeiðið við breytini í gongd.
Felagið, sum fylti 40 ár í mars mánaði í ár, fegnast um, at tað umsíðir røkist fyri, at ein góðkend skjótibreyt, sum kann rúma altjóða kappingum, gerst veruleiki. Okkara skjúttar hava í mong ár kunnað blandað seg uppí oddin í kappingum uttanlands, og hava hóast truplu umstøðurnar megnað at lyfta skjótingina upp á eitt støðið, sum ikki átti at verið møguligt við teimum kørmum, sum felagið hevur virkað undir. Ítróttarligu avrikini seinnu árini hava víst, at okkara skjúttar ikki standa langt aftanfyri grannar okkara. Tá hendan breytin er vorðin veruleiki, eru Føroyar eisini førar fyri at hýsa byrsuskjóting á einum komandi oyggjaleikum í Føroyum, umframt at vit kunnu bjóða útlendskum skjúttum virðiligar umstøður at koma til Føroya at kappast. Umframt hetta, kann breytin gerast karmur um skjóting sum frítíðarvirksemi hjá øllum, sum hava hug at royna leirdúgvuskjóting.
Felagið fegnast um nýggju samstarvsavtaluna við Tórshavnar kommunu og gleðir seg til at taka nýggju breytina í nýtslu um ikki so langa tíð.
Seinasta almenna skjótikappingin í árinum, varð hildin í dag á skjótibreytini hjá Veiðifelagnum Byrsumúla á Sandvíkum.
Kappingin verður skipa sum ein veiðu- og sporting kapping, har skjúttarnir fyrst skjóta eftir leirdúgvum sum rulla eftir vøllinum, og minna um harur. Og síðani leirdúgvum uppi í luftini, sum minna um fuglar.
6 skjúttar skutu seg í finaluna, og í finaluni megnaði Áslakur Johannesen, at vinna kappingina 3 stig frammanfyri næstu kappingarneytarnar.
Áslakur hevur verðið partur av skjótiítróttinum í fleiri ár, og hóast úrslitini ikki altíð hava verðið eftir vild, so hevur hann við sínum positiva og lætta lyndið, verðið ein trúgvur luttakarai í kappingum. Veiðifelagið Byrsumúli, vil hervið ynskja Áslaki hjartans til lukku við sigrinum í dag.
Nummar 2 gjørdist Herleif Hammer, eftir umsjóting við Ingolf Debes, sum gjørdist nummar 3.
Skjótiárið 2020 er nú komið at enda, hóast árið í ár í mangar mátar hevur verðið serligt, so varð tað bert 40 ára føðingardagkappingin hjá felagnum, sum bleiv avlýst í ár orsaka av korona farsóttini.
Vit vilja hervið takka fyri kappingarárið, og vit síggjast aftur til eitt nýtt spennandi kappingarár.