Av tí at jóla og nýttár hugnakappingin í fjør fekk so góða undirtøku, hevur VBM avgjørt at endurtaka kappingina í ár.
Kappingin er ein óformlig kapping, fyri allar limir í skjótifeløgum í Føroyum, roynd sum óroynd, ung sum gomul og kvinnur sum mannfólk.
Skjúttar skulu skjóta eitt umfar í trap, og eitt umfar í skeet. Talt verður saman, og tann sum hevur rakt mest, vinnur kappingina.
Kappingin verður mikudagin 30. desember 2020. Luttøkugjaldið er 150 kr. og møtt verður kl. 9:30.
Góðir vinningar verða.
Tilmeldingarfreistin er týskvøldið 29. desember 2020 kl. 20:00.
Um veðurvánirnar eru vánaligar, ella ov lítil undirtøka, verður kunning løgd á heimasíðuna áðrenn kappingina.
Tilmelding:
https://bit.ly/hugnakapping2020
Listi við tilmeldingum:
[Trýst her]
Almenna tilmæli viðvíkjandi sóttarhaldið, og fyribyrgjandi kanninginar í samband við uttanlands ferðir skal haldast. Sí annars øll tilmæli á https://skot.fo