Byrsumúli gjørt avtalu við Tórshavnar kommunu um nútímansgerð av skjótibreytini á Sandvíkum

Formaðurin í Byrsumúla, Jón Jacobsen hevur í dag undirskrivað samstarvsavtalu við Anniku Olsen, borgarstjóra um at fara undir nútímansgerð av skjótibreytini hjá Byrsumúla á Sandvíkum. Hetta er ein stórur dag í søguni hjá felagnum. Felagið hevur líka síðani virksemið varð tikið uppaftur í 2007 arbeitt við einari ætlan um at fáa gjørt neyðugar ábøtur á breytina, soleiðis at hendan bæði ítróttarliga og umhvørvisliga kundi sigast at lúka øll krøv. Hetta hevur verið ein sera drúgv tilgongd við nógvum mótburði, men nú er umsíðir komið á mál, har ein liðug verkætlan, sum er gjørd saman við Tórshavnar kommunu, og øll myndugleikaloyvi frá friðingarmyndugleikum, umhvørvismyndugleikum, løgregluni o.a. eru fingin til vega. Klárt er tí umsíðir at seta arbeiðið við breytini í gongd.

Felagið, sum fylti 40 ár í mars mánaði í ár, fegnast um, at tað umsíðir røkist fyri, at ein góðkend skjótibreyt, sum kann rúma altjóða kappingum, gerst veruleiki. Okkara skjúttar hava í mong ár kunnað blandað seg uppí oddin í kappingum uttanlands, og hava hóast truplu umstøðurnar megnað at lyfta skjótingina upp á eitt støðið, sum ikki átti at verið møguligt við teimum kørmum, sum felagið hevur virkað undir. Ítróttarligu avrikini seinnu árini hava víst, at okkara skjúttar ikki standa langt aftanfyri grannar okkara. Tá hendan breytin er vorðin veruleiki, eru Føroyar eisini førar fyri at hýsa byrsuskjóting á einum komandi oyggjaleikum í Føroyum, umframt at vit kunnu bjóða útlendskum skjúttum virðiligar umstøður at koma til Føroya at kappast. Umframt hetta, kann breytin gerast karmur um skjóting sum frítíðarvirksemi hjá øllum, sum hava hug at royna leirdúgvuskjóting.

Felagið fegnast um nýggju samstarvsavtaluna við Tórshavnar kommunu og gleðir seg til at taka nýggju breytina í nýtslu um ikki so langa tíð.

Á Sandvíkum, 30. okt. 2020
Veiðfelagið Byrsumúli