Byrja verður at skjóta leygardagin tann 25. juli kl. 9:00.
Sí úrslit her: https://bit.ly/torshamaropen2020

Byrja verður at skjóta leygardagin tann 25. juli kl. 9:00.
Sí úrslit her: https://bit.ly/torshamaropen2020

Nú tað er styttri enn 1 vika til kappingina, hava 14 skjúttar boða frá luttøku, men enn er pláss fyri fleiri luttakarum, og tilmeldingarfreistin er hósdagin 23. juli 2020 kl. 20:00.
Kappingin er í skeet og trap, og fyrstu 3 innleiðandi umførini leygardagin, telja við í Føroya Cup í 2020 og úttøkuni til oyggjaleikir. Endaplássini sunnudagin, telja við í Grand Prix 2020.
Byrja verður at skjóta leygardagin klokkan 09:00, og sunnudagin kl. 13:00. Skjúttar skulu møta, í seinasta lagi ein hálvan tíma áðrenn báðar dagarnar.
Finalurnar í M-bólkinum verða skotnar eftir ISSF reglum, í OL skeet og OL trap. A-finalur verða um tað er grundarlag fyri teimum.
Vit fara at grilla beint aftaná vit eru liðug at skjóta leygardagin.
Um tú ikki enn hevur tilmelda teg, og framvegis ynskir at luttaka í Tórshamar Open 2020, send so ein teldupost til byrsumuli@gmail.com
Luttøkugjald er 650 kr. pr. persón, men allir skjúttar fáa ein vinning.
Listi við tilmeldingum: Trýst her
Vinarliga
VBM

Byrja verður at skjóta leygardagin 20. juni 2020 kl. 9:00.
Leinkja til úrslit: https://bit.ly/joansokukappingin2020_result
Leygardagin 20. juni 2020 verður Jóansøkukappingin hildin á skjótibreytini hjá Veiðifelagnum Byrsumúla.
Fyrstu 3 innleiðandi umførini telja við í Føroya Cup og úttøkuni fyri trap í 2020. Finalan verður skotin eftir OL trap reglum, og telur við í Grand Prix kappingini fyri trap í 2020.
Byrja verður at skjóta klokkan 09:00, og skjúttar møta í seinasta lagið kl. 08:30.
Prísir pr. persón fyri kapping: 250 kr.
Okkurt gott verður lagt á grilluna á middegi, prísurin fyri grilling er 50 kr.
Tilmeldingarfreistin er hóskvøldið 18. juni kl. 20:00.
Vinarliga boða frá luttøku við at trýsta á leinkjuna niðanfyri.
[Leinkja]
Tilmeldingar: [trýst her]
1. hvítusunnudag 31. mai 2020 er breytin stongd.
Opið verður aftur 2. hvítusunnudag frá kl. 13:00.
Byrja verður at skjóta leygardagin 30. mai 2020 kl. 9:00.
Leinkja til úrslit: https://bit.ly/3ceM7Hg
Skjótibreytin verður stongd fyri allari skjóting, mikudagin 27. mai 2020 frá kl. 8:00 til 16:00, og hósdagin 28. mai 2020 frá kl. 8:00 til 16:00.
Hósdagin verður venjing sum vanligt frá kl. 17:00.
Leygardagin 30. mai 2020 verður Vármúlakappingin hildin á skjótibreytini hjá Veiðifelagnum Byrsumúla.
Fyrstu 3 innleiðandi umførini telja við í úttøkuni og Føroya Cup fyri trap í 2020. Finalan verður skotin eftir OL trap reglum, og endaplássið telur við í Grand Prix kappingini fyri trap í 2020.
Byrja verður at skjóta klokkan 09:00, og skjúttar møta í seinasta lagið kl. 08:30.
Prísurin fyri kappingina er 50 kr. Skjúttar umsita sjálvir sínar patrónir, og høvið verður at keypa patrónir áðrenn kappingin fer í gongd.
Tilmeldingarfreistin er hóskvøldið 28. mai kl. 20:00.
Vinarliga boða frá luttøku við at trýsta á leinkjuna niðanfyri.
[Leinkja]
Listi við tilmeldingum: [Leinkja]
Kristi himmalsferðardag (hósdagin 21. mai 2020) er breytin opin fyri venjing sum sunnudag. T.v.s. frá kl. 13:00.