Leygardagin 20. juni 2020 verður Jóansøkukappingin hildin á skjótibreytini hjá Veiðifelagnum Byrsumúla.
Fyrstu 3 innleiðandi umførini telja við í Føroya Cup og úttøkuni fyri trap í 2020. Finalan verður skotin eftir OL trap reglum, og telur við í Grand Prix kappingini fyri trap í 2020.
Byrja verður at skjóta klokkan 09:00, og skjúttar møta í seinasta lagið kl. 08:30.
Prísir pr. persón fyri kapping: 250 kr.
Okkurt gott verður lagt á grilluna á middegi, prísurin fyri grilling er 50 kr.
Tilmeldingarfreistin er hóskvøldið 18. juni kl. 20:00.
Vinarliga boða frá luttøku við at trýsta á leinkjuna niðanfyri.
[Leinkja]
Tilmeldingar: [trýst her]