!! Tórshamar Open 2020 !!

Nú tað er styttri enn 1 vika til kappingina, hava 14 skjúttar boða frá luttøku, men enn er pláss fyri fleiri luttakarum, og tilmeldingarfreistin er hósdagin 23. juli 2020 kl. 20:00.

Kappingin er í skeet og trap, og fyrstu 3 innleiðandi umførini leygardagin, telja við í Føroya Cup í 2020 og úttøkuni til oyggjaleikir. Endaplássini sunnudagin, telja við í Grand Prix 2020.

Byrja verður at skjóta leygardagin klokkan 09:00, og sunnudagin kl. 13:00. Skjúttar skulu møta, í seinasta lagi ein hálvan tíma áðrenn báðar dagarnar.

Finalurnar í M-bólkinum verða skotnar eftir ISSF reglum, í OL skeet og OL trap. A-finalur verða um tað er grundarlag fyri teimum.

Vit fara at grilla beint aftaná vit eru liðug at skjóta leygardagin.

Um tú ikki enn hevur tilmelda teg, og framvegis ynskir at luttaka í Tórshamar Open 2020, send so ein teldupost til byrsumuli@gmail.com

Luttøkugjald er 650 kr. pr. persón, men allir skjúttar fáa ein vinning.

Listi við tilmeldingum: Trýst her

Vinarliga
VBM