Mikkjalsmessukappingin 2020

Ársins seinasta trap kapping, Mikkjalsmessukappingin verður hildin á breytini hjá Byrsumúla leygardagin, 26. september, kl. 9.30. Skjúttarnir møta í seinasta lagi kl. 9.00.

Skotið verður eftir 75 dúgvum, og síðani fara 6 teir fremstu í eina ISSF-finalu (meistarabólkur), meðan 6 teir næstu skjóta eina ABT finalu (A-bólkur).

Luttøkugjaldið er 250 kr.

Hetta eisini seinasta kappingin, í Føroya Cup og Grand Prix kappingini fyri trap í ár. Støðan í hesum báðum kappingum sæst á http://skot.fo Harumframt telur kappingin við í úttøkuni til oyggjaleikirnar á Guernsey í 2021.

Eftir kappingina fara vit at enda kappingarárið, og byrja heystið, við at grilla havhestungar fyri skjúttunum, sum hava luttikið í Mikkjalsmessukappingini 2020.

Tilmeldingarfreistin er hóskvøldið 24. september 2020 kl. 20:00.

Tilmelding: Trýst her

Listi við tilmeldingum: Trýst her