Vármúlakappingin 2019 í trap

Leygardagin 25. mai 2019 verður Vármúlakappingin hildin á skjótibreytini hjá Veiðifelagnum Byrsumúla.

Fyrstu 3 innleiðandi umførini telja við í Føroya Cup fyri trap í 2019. Finalan verður skotin eftir OL trap reglum, og telur við í Grand Prix kappingini fyri trap í 2019.

Byrja verður at skjóta klokkan 09:00, og skjúttar møta í seinasta lagið kl. 08:30.

Prísir pr. persón fyri kapping: 250 kr.

Tilmeldingarfreistin er hóskvøldið 23. mai kl. 20:00.

Vinarliga boða frá luttøku við at trýsta á leinkjuna niðanfyri.

[Leinkja]

Tilmeldingar: [trýst her]