Leygardagin 11. mai verður Simme Cup kappingin hildin á skjótibreytini hjá Veiðifelagnum Byrsumúla.

Kappingin er í skeet og trap, og fyrstu 3 innleiðandi umførini telja við í Føroya Cup fyri trap og skeet í 2019.

Meistara finalurnar verða skotnar við ISSF finalum í báðum greinum. Endaplássini frá 1..6 telja við í Grand Prix kappingini fyri trap og skeet í 2019.

Trap finalan í A-bólkinum, verður avgjørd við at skjóta 25 dúgvir við einum skoti.
Skeet finalan í A-bólkinum, verður avgjørd við at skjóta 20 dúgvur á platti 3,4 og 5.

Eftir finalurnar, verður sjálv Simme Cup kappingin, har tríggir teir bestu skjúttarnir í ávikavist skeet og trap, frá innleiðandi trimum umførunum, skjóta eftir 25 dúgvum.
Stendur á jøvnum aftaná 25 dúgvur, verður talt saman hvør hevði hægri tal í innleiðandi trimum umførunum. Er framvegis javnt, verður hugt eftir hvør hevði besta umfar og síðani næst besta.

Byrja verður at skjóta klokkan 09:00, og møtt verður í seinasta lagið kl. 08:30.

Eftir kappingina verður veitsla fyri allar limir, úr øllum skjótifeløgum í Føroyum.

Prísir bara fyri kapping: 300 kr.

Prísir bara fyri veitslu: 200 kr.

Prísir fyri kapping og veitslu: 400 kr.

Tilmelding: http://bit.ly/2VELDWF

Tilmeldingarfreistin er hóskvøldið 9. mai. kl. 20:00 føroyska tíð.

Listi við tilmeldingum: trýst her