Mikkjalsmessukappingin 2024

Ársins seinasta trap kapping, Mikkjalsmessukappingin verður hildin á breytini hjá Byrsumúla leygardagin, 21. septembur, kl. 9.30. Skjúttarnir møta í seinasta lagi kl. 9.00.

Skotið verður eftir 75 dúgvum, og síðani fara 6 teir fremstu at skjóta ISSF-finalu (meistarabólkur), og 6 teir næstu skjóta eina A-finalu (25 dúgvur).

Tilmelding fer fram við at senda ein teldupost til byrsumuli@gmail.com. Luttøkugjaldið er 300 kr fyri vaksin og 100 kr fyri unglingar (undir 21 ár), og skal verða goldið á konto 9181-515.875.5 í seinasta lagi á middegi fríggjadagin.

Hetta er eisini seinasta kappingin í Føroya Cup og Grand Prix kappingini fyri trap í ár. Støðan í hesum kappingum sæst á http://skot.fo. Harumframt telur kappingin við í úttøkunum hjá Skjótisambandinum.

Tilmeldingarfreistin er hóskvøldið 19. septembur 2024, kl. 20:00.

Breytin er opin hósdagin kl. 17-19 til venjing hjá teimum, sum luttaka í kappingini.

Mikkjalsmessukappingin flutt

Í sambandi við, at fyriskipararnir í Byrsumúla eru burturstaddir í kappingarørindum uttanlands, ber ikki til at halda Mikkjalsmessukappingina sum ætlað 28. septembur. Kappingin er tí í samráð við Skjótisambandið framskundað eina viku til at vera leygardagin 21. septembur. Nærri lýsing um kappingina kemur seinni.

Nevndin

Tórshamar Open 2024

Skotin verða trý umfør leygardag og tvey umfør sunnudag, áðrenn farið verður at skjóta finalur. 6 teir fremstu skjúttarnir í hvørjari grein skjóta eina Meistarafinalu eftir ISSF 2017-reglunum. Hinir skjóta eina A-finalu (20 dúgvur í skeet og 25 dúgvur í trap).

Byrjað verður kl. 9 leygarmorgun og kl. 13 sunnudag. Tað ber til at fylgja við kappingini á hesari leinkju:

https://docs.google.com/spreadsheets/d/1M53S76bw97rnGHgaBPyCNJ-KcvhVE9R7Dl5kRz3Sqvs/edit?usp=sharing

Tórshamar 2024

Leygardagin 20. og sunnudagin 21. juli verður Tórshamar Open aftur hildin á breytini hjá Byrsumúla. Kappast verður bæði í OL-trap og í OL-skeet. Skotin verða 3 umfør (75 dúgvur) leygardag og 2 umfør (50 dúgvur) + finalur sunnudag.

Í báðum greinum verða ISSF-2017 finalurnar skotnar í Meistarabólkunum. Í A-bólkunum verða finalur skotnar (25 dúgvur í OL-trap og 20 dúgvur í OL-skeet).

Kappingarnar telja við í ymsu kappingunum og úttøkunum hjá Skjótisambandinum. Aftaná kappingarlok leygardagin eru allir skjúttar vælkomnir til ábit, har okkurt gott er lagt á grillina, eins og vanligt hevur verið til hesa kappingina. Byrjað verður at skjóta kl. 9 leygarmorgun og kl. 13 sunnudag. Allir skjúttar skulu møta í seinasta ein hálvan tíma frammanundan. Aftaná kappingarlok báðar dagarnar fara allir luttakarar at rudda breytina fyri dúgvubrot.

Kostnaðurin fyri kappingina er 750 kr., tó soleiðis at unglingar (undir 21 ár) rinda 100 kr. Serlig heiðursmerki eru gjørd til kappingina, eins og góðir vinningar verða latnir. Allir luttakarar vinna onkran vinning.

Tilmelding fer fram við at senda ein teldupost til byrsumuli@gmail.com í seinasta lagi hóskvøldið 18. juli, kl. 20. Luttøkugjaldið kann rindast kontant leygarmorgunin ella verða flutt á konto 9181 – 515.875.5 í seinasta lagi hósdagin.

VBM Gentleman 2024

Leygardagin 29. juni verður kapping í english skeet á breytini hjá Byrsumúla á Sandvíkum. Skotin verða trý umfør á 25 dúgvur, og síðan verða finalur skotnar – alt eftir luttakaratalinum. Tilmelding fer fram við at senda ein teldupost til byrsumuli@gmail.com í seinasta lagi hóskvøldið 27. juni, kl. 20. Kostnaðurin fyri kappingina er 300 kr. fyri vaksin og 100 kr. fyri unglingar upp til 21 ár.

Byrjað verður at skjóta leygarmorgunin kl. 9.00, og skjúttarnir møta á breytini kl. 8.30.

Hjartaliga vælkomin til eina hugnaliga og heldur øðrvísi kapping, enn vit eru von við í Føroyum.

Hósdagin kl. 17 verður venjing í english skeet fyri tey, sum hava meldað til kappingina.

Jóansøkukappingin 2024

Leygardagin 22. juni 2024 verður Jóansøkukappingin í OL-trap hildin á breytini hjá Byrsumúla á Sandvíkum.

Skotin verða 3 innleiðandi umfør, sum telja við í Føroya Cup 2024.
Finalur vera í meistarabólkinum (ISSF-2017 finala) og A-bólkinum (25 dúgvur), um nóg nógvir luttakarar vera. Endaplássið í meistarafinaluni telur við í Grand Prix kappingini í 2024.

Byrja verður at skjóta klokkan 09:00, og skjúttar møta í seinasta lagi kl. 08:30.

Prísurin fyri kappingina er 300 kr., tó 100 kr. fyri unglingar (undir 21 ár). Upphæddin verður flutt frammanundan ella goldin kontant við kappingarbyrjan.

Tilmelding til kappingina fer fram við at senda ein teldupost til byrsumuli@gmail.com. Tilmeldingarfreistin er hóskvøldið 20. juni, kl. 20:00.

Hóskvøldið kl. 17 verður venjing í english skeet fyri tey, sum hava meldað til kappingina.