Minningarorð: Esmar Andreasen

Heiðurslimur okkara, Esmar Andreasen andaðist 19. desembur 2022 eftir stutta sjúkralegu 72 ára gamal. Við honum hevur felagið mist eina av okkara eldsálum, sum altíð var klárur at hjálpa, og eisini at taka eitt megnartak, tá á stóð, og ymisk sjálvboðin arbeiði skuldu gerast á skjótibreytini.

Esmar hevur verið ein partur av Byrsumúla frá tíðliga í 1980’unum og luttók m.a. í FM-kappingini í 1983. Esmar var sostatt longu partur av felagnum, tá skotið var í Havnardali fram til 1986, og av virkseminum at rigga nýggju breytina til á Sandvíkum, sum bleiv tikin í nýtslu í 1987 upp undir oyggjaleikirnar her í 1989. Aktiviteturin tá var ikki eins nógvur og nú, men hildið varð á at skjóta, til virksemið steðgaði upp í 1995. Esmar var m.a. eisini partur av oyggjaleikalandsliðnum í trap til oyggjaleikirnar á Álandi í 1991.

Tá arbeiðið at fáa breytina í gongd aftur í 2007 og komandi árini byrjaði, var Esmar aftur klárur at heita á. Tað hava ikki so sjáldan verið boð eftir honum øll hesi árini, tá okkurt var galið við tí elektriska ella onnur arbeiði skuldu gerast.

Esmar tók eisini skjótingina uppaftur, og størsta einstaka bragdið hjá honum í skjóting hevur helst verið, tá hann saman við Ragnari við Streym vann Føroyum bronsuheiðursmerki í liðkappingini í trap á oyggjaleikunum á Bermuda í 2013. Esmar var altíð ein fittur og dámligur maður at hitta á breytini, og hann dugdi eisini væl at fara við teimum nýggju skjúttunum.

Esmar hevur ikki skotið so nógv seinastu árini, men hann vitjaði kortini javnan, og hugurin og kærleikin til felagið hevur alla tíðina verið har. Tá vit fyrr í ár fóru undir arbeiðið at rigga nýggju moderniseraðu breytina til, var Esmar aftur klárur. Hann hevur gjørt eitt megnararbeiði at leggja el inn í øll húsini og at rigga allar maskinurnar til og binda hesar saman, so at alt nú virkar eftir ætlan. Alt samalt sjálvboðið arbeiðið, sum annars vildi kostað felagnum hópin av pengum.

Tað verður okkum í felagnum ein ómetaligur saknur, at Esmar ikki er millum okkara longur, men minnini um hann koma at standa klár í øllum tí arbeiði, sum hann hevur avrikað á breytini. Vit siga honum hjartaliga takk fyri alt, og við samkenslu við tykkum døtrum og abbabørnum, ið eftir sita, lýsa vit við hesum frið yvir minni um megnarmannin og heiðurslim okkara, Esmar Andreasen.

Nevndin

Harukappingin ársins seinasta kapping

Harukappingin, sum varð hildin leygardagin 22. oktobur, var seinasta skjótikappingin hetta kappingarárið. Talan var um eina spennandi kapping í fagrasta veðri, har 13 skjúttar luttóku. Skotin vórðu 2 umfør á 30 dúgvur, og síðan fóru 6 teir fremstu skjúttarnir í eina finalu.

Kappingin hevði í ár fingið ein annan dám, og varð samansett við ymsum sporting greinum umframt dupult-trap. Talan var um greinar, sum ikki hava verið møguligar at bjóða fram fyrr, men sum við nýggju breytini kundu gerast veruleiki í ár.

Talan gjørdist um eina sera spennandi finalu, sum Jógvan Højgaard vann við 31 stigum, framman fyri Johnhard Klettheyggj við 30 stigum og Finn Ludvig á triðja plássi við 27 stigum. Vinnararnir vunnu gávukort frá Jógvan Weihe, sum er høvuðsstuðul okkara til hesa kappingina, eins og allir luttakararnir eisini fingu harupatrónir sum gávu.

Byrsumúli takkar øllum skjúttum, sum hava luttikið í kappingum okkara í ár, og vónar at síggja bæði hesar og nógvar nýggjar skjúttar til kappingarnar næsta ár.

Harukappingin 2022

Leygardagin 29. oktobur 2022 verður seinasta kappingin í ár hildin á skjótibreytini hjá Veiðifelagnum Byrsumúla á Sandvíkum.

Kappingin verður skipað sum ein veiðu- og sporting kapping. Programmið verður avdúkað leygarmorgunin, tá kappingin byrjar.

Skotin verða tvey innleiðandi umfør og síðani eitt finalu umfar.

Byrjað verður at skjóta kl. 9:00, og møtt verður í seinasta lagi kl. 08:30.

Luttøkugjaldið er 250 kr., sum skal rindast innan kappingina.

Av tí at nøkur av standplássinum eru á mold og grasi, verður viðmælt at lata seg í fótbúna til endamálið.

Til harukappingina verður loyvt at brúka hálvautomatiskar og pumpgun byrsur.

Tilmelding fer fram við at senda ein teldupost til byrsumuli@gmail.com

Tilmeldingarfreistin er hóskvøldið 27. oktobur kl. 20:00.


Veiðifelagið Byrsumúli

Mikkjalsmessukappingin 2022

Seinasta OL-trap kappingin í ár, Mikkjalsmessukappingin verður skotin á breytini hjá Byrsumúla leygardagin 17. sept. Byrjað verður at skjóta kl. 9.30. Til ber at fylgja við kappingini á hesari leinkjuni:

https://docs.google.com/spreadsheets/d/1rFtB75YnLpEuln4gI1IZVH1n168RS2vtynAMZhhXFGg/edit?usp=sharing

Skotin verða 3 umfør á 25 dúgvur. Síðan fara 8 teir fremstu skjúttarnir (meistarabólkurin) at skjóta ISSF-semifinalur og finalu, meðan teir næstu 6 fara at skjóta eina A-finalu (25 dúgvur).

Mikkjalsmessukappingin 2022

Ársins seinasta trap kapping, Mikkjalsmessukappingin verður hildin á breytini hjá Byrsumúla leygardagin, 17. septembur, kl. 9.30. Skjúttarnir møta í seinasta lagi kl. 9.00.

Skotið verður eftir 75 dúgvum, og síðani fara 8 teir fremstu at skjóta ISSF-semifinalur (meistarabólkur), og 6 teir næstu skjóta eina A-finalu (25 dúgvur).

Tilmelding fer fram við at senda ein teldupost til byrsumuli@gmail.com. Luttøkugjaldið er 250 kr fyri vaksin og 100 kr fyri unglingar (undir 21 ár), og skal verða goldið á konto 9181-515.875.5 í seinasta lagi á middegi fríggjadagin.

Hetta er eisini seinasta kappingin í Føroya Cup, Makkarakappingini og Grand Prix kappingini fyri trap í ár. Støðan í hesum kappingum sæst á http://skot.fo. Harumframt telur kappingin við í úttøkuni til oyggjaleikirnar í 2023.

Eftir kappingina fara vit at enda kappingarárið, og at byrja heystið við at grilla havhestungar fyri skjúttunum, sum hava luttikið í Mikkjalsmessukappingini 2022.

Tilmeldingarfreistin er hóskvøldið 15. septembur 2022, kl. 20:00.

Tórshamar Open 2022

Til ber at fylgja við kappingini á hesari leinkjuni: https://docs.google.com/spreadsheets/d/1f6D2xbsZhX_aNu7bep9QfLdqNGtH-fsrYCWMzYjeF-w/edit?usp=sharing

Skotin verða trý umfør leygardag, og hildið verður fram sunnudag, tá tvey umfør og finalur verða skotnar. 8 teir fremstu skjúttarnir í ávikavist OL-trap og OL-skeet fara víðari til semifinalur í meistarabólkunum, meðan hinir skjóta A-finalur.

Byrjað verður leygarmorgun kl. 9 og sunnudag kl. 13 stundisliga.

Í OL-trap kappingini verður skotið Program 1 leygardag og Program 9 sunnudag.

Venjing í sambandi við Tórshamar Open

Hósdagin 21. juli er breytin bert opin fyri venjing hjá teimum skjúttum, sum hava meldað seg til luttøku í Tórshamar Open. Vant verður frá kl. 17-19. Aftaná venjingina verður skjótiprogrammið á trap-breytini broytt til kappingina leygardagin.

Tað eru 14 skjúttar tilmeldaðir í OL-trap og 12 skjúttar í OL-skeet.

Tórshamar Open 2022

Leygardagin 23. og sunnudagin 24. juli verður Tórshamar Open aftur hildin á breytini hjá Byrsumúla. Kappast verður bæði í OL-trap og í OL-skeet. Skotin verða 3 umfør (75 dúgvur) leygardag og 2 umfør (50 dúgvur) + finalur sunnudag.

Í báðum greinum verða nýggju ISSF-2022 finalurnar skotnar í Meistarabólkunum. Í A-bólkunum verða finalur skotnar (25 dúgvur í OL-trap og 20 dúgvur í OL-skeet).

Kappingarnar telja við í ymsu kappingunum og úttøkunum hjá Skjótisambandinum. Aftaná kappingarlok leygardagin eru allir skjúttar vælkomnir til ábit, har okkurt gott er lagt á grillina, eins og vanligt hevur verið til hesa kappingina. Byrjað verður at skjóta kl. 9 leygarmorgun og kl. 13 sunnudag. Allir skjúttar skulu møta í seinasta ein hálvan tíma frammanundan. Aftaná kappingarlok báðar dagarnar fara allir luttakarar at rudda breytina fyri dúgvubrot.

Kostnaðurin fyri kappingina er 650 kr., tó soleiðis at unglingar (undir 21 ár) rinda 100 kr. Serlig heiðursmerki eru gjørd til kappingina, eins og góðir vinningar verða latnir. Allir luttakarar vinna onkran vinning.

Tilmelding fer fram við at senda ein teldupost til byrsumuli@gmail.com í seinasta lagi mikukvøldið 20. juli, kl. 20. Luttøkugjaldið kann rindast kontant leygarmorgunin ella verða flutt á konto 9181 – 515.875.5 í seinasta lagi hósdagin.

Tíverri eydnaðist ikki at fáa skjótibreytina lidnað, soleiðis at vit kundu bjóða útlendingum við til kappingina í ár. Hesum loyva verandi umstøður ikki, men vónandi verður hetta betur næsta ár.

Venjing í sambandi við Føroyaleikir

Í sambandi við Føroyaleikir, sum verða skotnir á breyt okkara í vikuskiftinum, verður venjing í ymsu kappingargreinunum hildin á breytini í vikuni. Venjingin verður skipað soleiðis:

Mikudagin, kl. 17-19 verður venjing í ABT (Automatic Ball Trap) og í English skeet.

Hósdagin, kl. 17-19 verður venjing í OL-trap og OL-skeet.

Venjingin hesar báðar dagarnar er einans fyri skjúttar, sum hava meldað til luttøku á Føroyaleikum í avvarðandi kappingargreinini.

Nevndin