Leygardagin 22. juni 2019 verður Jóansøkukappingin hildin á skjótibreytini hjá Veiðifelagnum Byrsumúla.
Fyrstu 3 innleiðandi umførini telja við í Føroya Cup fyri trap í 2019. Finalan verður skotin eftir OL trap reglum, og telur við í Grand Prix kappingini fyri trap í 2019.
Byrja verður at skjóta klokkan 09:00, og skjúttar møta í seinasta lagið kl. 08:30.
Prísir pr. persón fyri kapping: 250 kr.
Tilmeldingarfreistin er hóskvøldið 20. juni kl. 20:00.
Vinarliga boða frá luttøku við at trýsta á leinkjuna niðanfyri.
Leygardagin 25. mai 2019 verður Vármúlakappingin hildin á skjótibreytini hjá Veiðifelagnum Byrsumúla.
Fyrstu 3 innleiðandi umførini telja við í Føroya Cup fyri trap í 2019. Finalan verður skotin eftir OL trap reglum, og telur við í Grand Prix kappingini fyri trap í 2019.
Byrja verður at skjóta klokkan 09:00, og skjúttar møta í seinasta lagið kl. 08:30.
Prísir pr. persón fyri kapping: 250 kr.
Tilmeldingarfreistin er hóskvøldið 23. mai kl. 20:00.
Vinarliga boða frá luttøku við at trýsta á leinkjuna niðanfyri.
Leygardagin 11. mai verður Simme Cup kappingin hildin á skjótibreytini hjá Veiðifelagnum Byrsumúla.
Kappingin er í skeet og trap, og fyrstu 3 innleiðandi umførini telja við í Føroya Cup fyri trap og skeet í 2019.
Meistara finalurnar verða skotnar við ISSF finalum í báðum greinum. Endaplássini frá 1..6 telja við í Grand Prix kappingini fyri trap og skeet í 2019.
Trap finalan í A-bólkinum, verður avgjørd við at skjóta 25 dúgvir við einum skoti. Skeet finalan í A-bólkinum, verður avgjørd við at skjóta 20 dúgvur á platti 3,4 og 5.
Eftir finalurnar, verður sjálv Simme Cup kappingin, har tríggir teir bestu skjúttarnir í ávikavist skeet og trap, frá innleiðandi trimum umførunum, skjóta eftir 25 dúgvum. Stendur á jøvnum aftaná 25 dúgvur, verður talt saman hvør hevði hægri tal í innleiðandi trimum umførunum. Er framvegis javnt, verður hugt eftir hvør hevði besta umfar og síðani næst besta.
Byrja verður at skjóta klokkan 09:00, og møtt verður í seinasta lagið kl. 08:30.
Eftir kappingina verður veitsla fyri allar limir, úr øllum skjótifeløgum í Føroyum.