Múlameistarakappingin 2024

Leygardagin 9. mars verður Múlameistarakappingin, sum skuldi vera 4. februar, hildin á skjótibreytini hjá Veiðifelagnum Byrsumúla.

Kappingin er aftur í ár skipað sum ein felags kapping, har skotið verður eitt umfar skeet, eitt umfar OL-trap og eitt umfar haruskjóting (sporting) á 25 dúgvur. Skjúttin, ið hevur rakt flest dúgvur av 75, hevur vunnið. Um tað stendur á jøvnum millum vinnarar, verður kappingin avgjørd við shoot-off á harubreytini.

Byrja verður at skjóta klokkan 9:00, og møtt verður í seinasta lagi kl. 8:30.

Tilmelding til kappingina fer fram við at senda ein teldupost til byrsumuli@gmail.com Tilmeldingarfreistin er hóskvøldið 7. mars 2024, kl. 20:00.

Kappingin er innanhýsis limakapping fyri allar limir hjá Veiðifelagnum Byrsumúla, og kappingin er ókeypis fyri limir, ið hava goldið limagjaldið fyri 2024. Annars kostar hon 250,00 kr.

Starvsnevndin

Aðalfundurin 2024

Árligi aðalfundurin hjá felagnum, verður leygardagin 3. februar 2024, kl. 16:00, í felagshølinum á Sandvíkum. Skráin er sambært lógum felagsins.

Ynskjast mál á skrá til “innkomin mál”, skal frágreiðing sendast felagnum á teldupost byrsumuli@gmail.com í seinasta lagi leygardagin 27. januar 2024.

Eftir fundin bjóðar felagið ábit við onkrum góðum afturvið, og av tí at vit skulu keypa inn, hevði verið gott, um teir limir, ið ætla sær at luttaka á aðalfundinum, boða frá við at tilmelda seg við at senda ein teldupost til byrsumuli@gmail.com

Vinarliga
Starvsnevndin

Gott nýggjár

Byrsumúli ynskir øllum okkara limum, skjúttum o.ø. eitt gott nýggjár.

Vónandi síggja vit tykkum øll og onnur við á breyt okkara, nú skjótiárið 2024 stendur fyri framman. Hetta merkir eisini, at stundin er komin at rinda limagjald og møguliga skápsleigu til felagið. Limagjaldið er óbroytt: 500 kr. fyri vaksin, og 100 kr. fyri ung upp til 26 ár, pensjónistar og útisetar. Skápsleigan er 150 kr. fyri tey smærru og 300 kr. fyri tey størru skápini. Limagjaldið v.m. kann sum vant flytast á kontu 9181-5158755.

Vit gleða okkum at síggja tykkum á breytini, tá hendan letur upp aftur 1. februar í ár.

Nevndin

Kappingarárið av – takk fyri í ár

Nú seinasta kappingin hjá okkum í ár, Harukappingin er liðug, og veturin er fyri framman, verður ikki longur alment opið á breytini. Hetta merkir, at eingin almenn skjóting er hósdagar og sunnudagar hiðani og fram til 1. februar 2024. Byrsumúli takkar øllum skjúttum, sum hava luttikið í kappingum okkara, fyri eitt gott kappingarár. Vit gleða okkum at síggja tykkum og aðrar skjúttar við, tá vit opna aftur í februar mánaði.

Ætlanin er at brúka tær góðu løturnar, sum vera í vetur, til at fáa rudda breytina og gjørt neyðugar ábøtur. Vit takka fyri hjálpina í ár og vóna, at limir okkara eisini taka eina hond í við okkum í vetur.

Nevndin

Harukappingin 2023

Skotin verða tvey umfør á 7 ymiskum plássum við ymiskum avbjóðingum og tilsamans 36 dúgvum í hvørjum umfari. Aftaná fara 6 teir fremstu skjúttarnir í eina finalu, sum er eitt nýtt umfar, og tølini eru nullstillað. Stendur á jøvnum, verða innleiðandi umførini avgerandi, tó ikki um fyrsta plássið, sum so verður avgjørt við shoot-off.

Úrslitini frá kappingini kunnu síggjast her: https://docs.google.com/spreadsheets/d/1iHCrEesOxi32O3ZzmviZDTrOuxZnf1ub76Tjpzyj9is/edit?usp=sharing

Harukappingin 2023

Leygardagin 28. oktobur 2023 verður seinasta kappingin í ár hildin á skjótibreytini hjá Veiðifelagnum Byrsumúla á Sandvíkum.

Kappingin verður skipað sum ein veiðu- og sporting kapping. Programmið verður avdúkað leygarmorgunin, tá kappingin byrjar.

Skotin verða tvey innleiðandi umfør og síðani eitt finalu umfar.

Byrjað verður at skjóta kl. 9:00, og møtt verður í seinasta lagi kl. 08:30.

Luttøkugjaldið er 250 kr., sum skal rindast innan kappingina.

Av tí at nøkur av standplássinum eru á mold og grasi, verður viðmælt at lata seg í fótbúna til endamálið.

Til harukappingina verður loyvt at brúka hálvautomatiskar og pumpgun byrsur.

Tilmelding fer fram við at senda ein teldupost til byrsumuli@gmail.com

Tilmeldingarfreistin er hóskvøldið 26. oktobur kl. 20:00.


Veiðifelagið Byrsumúli

Mikkjalsmessukappingin 2023

Ársins seinasta trap kapping, Mikkjalsmessukappingin verður hildin á breytini hjá Byrsumúla leygardagin, 30. septembur, kl. 9.30. Skjúttarnir møta í seinasta lagi kl. 9.00.

Skotið verður eftir 75 dúgvum, og síðani fara 6 teir fremstu at skjóta ISSF-finalu (meistarabólkur), og 6 teir næstu skjóta eina A-finalu (25 dúgvur).

Tilmelding fer fram við at senda ein teldupost til byrsumuli@gmail.com. Luttøkugjaldið er 300 kr fyri vaksin og 100 kr fyri unglingar (undir 21 ár), og skal verða goldið á konto 9181-515.875.5 í seinasta lagi á middegi fríggjadagin.

Hetta er eisini seinasta kappingin í Føroya Cup og Grand Prix kappingini fyri trap í ár. Støðan í hesum kappingum sæst á http://skot.fo. Harumframt telur kappingin við í úttøkunum hjá Skjótisambandinum.

Tilmeldingarfreistin er hóskvøldið 28. septembur 2023, kl. 20:00.

Breytin er opin hósdagin kl. 17-19 til venjing hjá teimum, sum luttaka í kappingini.

Væleydnaðir oyggjaleikir í skjóting

Nú oyggjaleikirnir eru av á hesum sinni má sigast, at tað hildnaðist sera væl í skjótingini. Formaðurin og næstformaðurin í Byrsumúla, Jón Jacobsen og Finn Ludvig vunnu bronsu í liðkappingini í OL-trap, eins og Finn Ludvig gjørdi ein vørr og vann silvur í einstaklingakappingini í OL-trap. Hetta var eisini stuttligt, tí tað í ár eru júst 30 ár síðan, at sami Finn vann Føroyum fyrsta heiðursmerki í skjóting á oyggjaleikum nakrantíð. Herleif Hammer og Jógvan Egholm royndu seg í english skeet, sum er nýggj ítróttagrein í Føroyum. Hóast tað kanska ikki gekk so væl í liðkappingini, mentu teir seg í einstaklingakappingini og endaðu miðskeiðis á einum deildum 9. plássi. Í ABT vunnu Alex Johannesen og Per S. Hansen gull í liðkappingini, eins og Alex eisini vann gull í einstaklingakappingini. Í OL-skeet vunnu Tórur og Jóhann Fløtt bronsu í liðkappingini, eins og teir eisini vunnu ávikavist silvur og bronsu í einstaklingakappingini. Hetta vóru fyrstu oyggjaleikirnir hjá fleiri av skjúttunum, og tí má sigast, at úrslitið samanlagt er sera gott. Byrsumúli ynskir øllum skjúttunum til lukku við góðu avrikunum.