Author: byrsumuli1
Koronatilmæli

Skjótisamband Føroya hevur sent út tilmæli hvussu vit skipa skjótingina eftir 20. apríl 2020, sí heimasíðuna https://skot.fo fyri meira kunning.
Flaggdagskappingin 2020
Veiðifelagið Byrsumúli 40 ár

Tað varð tann 27. mars 1980, at Erik Andersen tók stig til at stovna nýtt skjótifelag í Føroyum, felagið fekk navnið Veiðifelagið Byrsumúli.
Í dag skriva vit 27. mars 2020, so tað vil siga, at felagið í dag hevur 40 ára føðingardag.
Felagið heldur til á Sandvíkum í Tórshavn, har skjótibreytin eisini liggur. Framtíðin fyri skjótibreytina er spennandi, tí Tórshavnar Kommuna hevur fyri stuttum, sett av pening til at uppstiga og nútíðargera breytina, so hon m.a. lýkur altjóða krøv.
186 skrásettir limir eru í felagnum, harav tveir eru heiðurslimir. Seinasta tíðina hevur tilgongdin av nýggjum limum verðið stór, og hevur felagið tískil sett í verk eina skipan, til móttøku av nýggjum limum. Yngsti limur í felagnum er 12 ár, og elsti limur er 88 ár.
Uttanfyri Føroyar hava skjúttarnir í felagnum eisini staðið seg væl, m.a. eigur felagið fyrsta skjúttan, sum vann heiðursmerki í skjóting á oyggjaleikum.
Eftir ætlan, skuldi føðingardagsveitsla og føðingardagskapping verðið avgreidd í morgin, leygardagin, men orsaka av Korona smittuni eru bæði tiltøk avlýst.
‼️ F80 Kappingin avlýst ‼️
Nú myndugleikarnir hava kunngjørt, at tiltøkini í samband við at avmarka Korona (Kovid-19) smittuna, verða longd til 13. apríl, má felagið avlýsa F80 føðingardagskappingina tann 28. mars. 😭
Breytin er somuleiðis stongd fyri almennari skjóting til nærri boð koma.
Vinarliga
Starvsnevndin
Skjótibreytin og Corona (COVID-19)

VBM tekur tilmæli frá myndugleikunum viðvíkjandi COVID-19 smittuni til eftirtektar, og steðgar allari almennari skjóting á breytini á Sandvíkum. Tað merkir m.a. at breytin verður ikki opin sum vanligt sunnudag 15. mars og 22. mars.
Føðingardagsveitslan sum skuldi verða 28. mars á Hotel Hafnia er eisini útsett.
Í løtuni eru ongar broytingar viðvíkjandi F80 kappingini tann 28. mars, tí hetta veldst um tilmæli frá avvarðandi myndugleikum.
Vinarliga
Starvsnevndin
F80 kapping
Skotið verður antin 3 umfør skeet + 1 umfar trap, ella 3 umfør trap + 1 umfar skeet.
Tann sum samlað hevur rakt mest, vinnur kappingina.
3 tey fyrstu umførini, telja við í Føroya Cup, úttøkuni til NSR og oyggjaleikir 2021, sum Skjótisamband Føroya skipar fyri.
Byrja verður at skjóta klokkan 09:00, og møtt verður í seinasta lagið kl. 08:30.
Prísur: 250,00 kr.
Tilmeldingarfreistin er hóskvøldið 26. mars kl. 20:00
Leinkja til tilmelding: [Trýst her]
Starvsnevndin skipa seg
1. februar 2020 varð árligi aðalfundurin hjá Veiðifelagnum Byrsumúla hildin.
Sum álagt í lógum felagsins, skipar starvsnevndin seg aftaná aðalfundin.
Nevndin hevur nú skipa seg soleiðis:
Jón Jacobsen, formaður
Finn Ludvig, næstformaður
Herleif Hammer, skrivari
Esmar Joensen, kassameistari
Sigvald Zachariassen, nevndarlimur
Johnhard Klettheyggj, eykavaldur
Christian Nielsen, eykavaldur
Múlameistarakappingin 2020
Met stór luttøka til Múlameistarakappingina 2020 🙂
Byrja verður at skjóta leygardagin 1. februar 2020 kl. 10:00.
Fylg við úrslitinum á hesi leinkju: [ Trýst her ]
Tilmeldingar Múlameistarakapping og aðalfund 2020
Síggj hvør er tilmeldaður:
Trýst her