9. Simme Cup 2020

Leygardagin 16. mai verður 9. Simme Cup kappingin, hildin á skjótibreytini hjá Veiðifelagnum Byrsumúla.

Kappingin er í skeet og trap, og fyrstu 3 innleiðandi umførini telja við í Føroya Cup fyri trap og skeet í 2020.

Meistarafinalurnar verða skotnar við ISSF finalum í báðum greinum. Endaplássini frá 1..6 telja við í Grand Prix kappingini fyri trap og skeet í 2020.

Trap finalan í A-bólkinum, verður avgjørd við at skjóta 25 dúgvir við einum skoti.
Skeet finalan í A-bólkinum, verður avgjørd við at skjóta 20 dúgvur á platti 3,4 og 5.

Eftir finalurnar, verður sjálv Simme Cup kappingin, har tríggir teir bestu skjúttarnir í ávikavist skeet og trap, frá innleiðandi trimum umførunum, skjóta eftir 25 dúgvum í part.
Er javnt um at fáa pláss í Simme Cup, verður javnleikurin avgjørdur við vanliga S/O, sum avgerð innleiðandi finaluplássið til meistarafinalurnar.

Stendur á jøvnum aftaná 25 dúgvur í Simme Cup, verður endaplássið avgjørt við hesi mannagongd:
1. Skjútti vinnur, sum hevði hægri samanlagt tal í 3 teimum fyrstu innleiðandi umførunum í kappingini
2. Er framvegis javnt, verður hugt eftir hvør hevði besta umfar, í 3 teimum fyrstu innleiðandi umførunum
3. Er framvegis javnt, verður hugt eftir hvør hevði næst besta umfar, í 3 teimum fyrstu innleiðandi umførunum
4. Er framvegis javnt, skulu skjúttar sum eru javnir, skjóta eitt eyka umfar
5. Er framvegis javnt, fáa skjúttar somu enda plasering

Ongin morgunmatur verður, men okkurt verður lagt á grillina á middegi.

Byrja verður at skjóta klokkan 09:00, og møtt verður í seinasta lagið kl. 08:30.

Eftir kappingina verður ábit fyri allar limir, úr øllum skjótifeløgum í Føroyum.

Prísir fyri kapping: 300 kr.

Prísir fyri ábit: 200 kr.

Tilmelding: https://bit.ly/simme_cup2020_tilmelding

Tilmeldingarfreistin er hóskvøldið 14. mai. kl. 20:00.

Listi við tilmeldingum: https://docs.google.com/spreadsheets/d/1i9iClvc9p87ghhq5qigWS5Vyo8HWHn2PYpaJbQ4J7So/edit?usp=sharing