Nú arbeiðið at byggja nýggju breytina fer í gongd 28. juni, verður farið undir at gera gomlu breytina klára. Vit fara at rudda breytina fyri dúgvubrot og patrónproppar mikudagin 23. juni, kl. 17. Heitt verður á øll, sum hava møguleika til tess, um at koma at hjálpa til.
Breytin verður opin fyri venjing aftur hósdagin í sambandi við seinastu trapkappingina, sum verður leygardagin 26. juni. Aftaná ta kappingina rudda luttakararnir upp eftir sær (dúgvur og proppar).
Breytin verður síðani stongd, til nýggja breytin er klár at taka í nýtslu. Hetta verður vónandi seint í heyst.
Nevndin