

Leygardagin 15. mai verður 10. Simme Cup kappingin hildin á skjótibreytini hjá Veiðifelagnum Byrsumúla.
Kappingin er í skeet og trap, og fyrstu 3 umførini telja við í úttøkuni til NSR og í Føroya Cup fyri trap og skeet í 2021.
Meistarafinalurnar verða skotnar við ISSF finalum í báðum greinum. Endaplássini frá nr. 1-6 telja við í Grand Prix kappingini fyri trap og skeet í 2021.
Trap finalan í A-bólkinum verður avgjørd við at skjóta 25 dúgvur við einum skoti.
Skeet finalan í A-bólkinum verður avgjørd við at skjóta 20 dúgvur á platti 3, 4 og 5.
Eftir finalurnar verður sjálv Simme Cup kappingin, har tríggir teir bestu skjúttarnir í ávikavist skeet og trap frá fyrstu trimum umførunum skjóta eftir 25 dúgvum í part.
Ongin morgunmatur verður, men okkurt verður lagt á grillina á middegi.
Byrja verður at skjóta klokkan 09:00, og møtt verður í seinasta lagi kl. 08:30.
Eftir kappingina verður ábit fyri allar luttakarar og fyri limir úr øllum skjótifeløgum í Føroyum.
Prísur fyri kapping: 250 kr.
Prísur fyri ábit: 150 kr.
Seinasta freist at boða frá luttøku til kappingina er hóskvøldið, 13. mai, kl. 20 á hesari leinkju:
https://forms.gle/f51oPDrYQTXAuSSw8
Tilmeldingar síggjast her:
https://docs.google.com/spreadsheets/d/14e3nuKypjJJP3yw7unk2viTXGGuDXJtfJ04XyiKZU0U/edit?usp=sharing