Múlameistarakappingin 2020

Leygardagin 1. februar 2020 verður Múlameistarakappingin hildin á skjótibreytini hjá Veiðifelagnum Byrsumúla.

Kappingin er í skeet og trap, og skotið verður 3 umfør á 25 dúgvur. Skjútti ið hevur rakt flest dúgvur av 75, hevur vunnið. Um tað stendur á jøvnum í millum vinnarar, verður kappingin avgjørd við shoot-off.

Sum undanfarin ár, verður miða verður eftir, at manna ein bólk fyri óroyndar skjúttar. Á henda hátt ber til at hjá øllum at kappast á einum ítróttaligum grundarlagið.

Byrja verður at skjóta klokkan 10:00, og møtt verður í seinasta lagið kl. 09:30.

Tilmeldingarfreistin er fríggjakvøldið 31. januar 2020 kl. 20:00.

Kappingin er innanhýsis limakapping fyri allar limir hjá Veiðifelagnum Byrsumúla, og luttøkugjaldið er 200,00 kr.

Sama dag kl. 16:00 verður árligi aðalfundurin hjá felagnum, sí skrá v.m. niðanfyri á heimasíðuni.

Tilmelding: [ Trýst her ]

Vinarliga
Starvsnevndin