Aðalfundur í Veiðifelagnum Byrsumúla 2020

Árligi aðalfundurin hjá felagnum, verður leygardagin 1. februar 2020 kl. 16:00, í felagshølinum á Sandvíkum. Skráin er sambært lógum felagsins.

Ynskjast mál á skrá til “innkomin mál” skal frágreiðing sendast felagnum á teldupost byrsumuli@gmail.com í seinasta lagi leygardagin 25. januar 2020.
Eftir fundin bjóðar felagið ábit við onkrum góðum afturvið, og av tí at vit skulu keypa inn, hevði verði gott, um teir limir, ið ætla sær at luttaka á aðalfundinum, boða frá við at tilmelda seg her: http://bit.ly/2tKvRx2

Nýtt ár, merkir at nú er tíðin at fáa avgreitt limagjaldið fyri 2020. Limagjaldið fyri 2020 er óbroytt, t.v.s.:

500 kr. fyri limir.
100 kr. fyri unglingar (undir 25 ár), lesandi, pensjónistar og útisetar.

Limagjaldið kann rindast við at gera eina banka flyting til konto: 9181-515.875.5. Eisini ber til at rinda kontant, tá kassin er opin. Tit ið longu hava goldið limagjaldið fyri 2020, skulu síggja burtur frá hesum.

Múlameistarakappingin, sum er innanhýsis hugna kapping fyri limirnar í Veiðifelagnum Byrsumúla, verður sama dag. Sí meira kunning um kappingina aðrastaðinis á heimasíðuni.

Vinarliga
Starvsnevndin