Mikkjalsmessukappingin 2023

Ársins seinasta trap kapping, Mikkjalsmessukappingin verður hildin á breytini hjá Byrsumúla leygardagin, 30. septembur, kl. 9.30. Skjúttarnir møta í seinasta lagi kl. 9.00.

Skotið verður eftir 75 dúgvum, og síðani fara 6 teir fremstu at skjóta ISSF-finalu (meistarabólkur), og 6 teir næstu skjóta eina A-finalu (25 dúgvur).

Tilmelding fer fram við at senda ein teldupost til byrsumuli@gmail.com. Luttøkugjaldið er 300 kr fyri vaksin og 100 kr fyri unglingar (undir 21 ár), og skal verða goldið á konto 9181-515.875.5 í seinasta lagi á middegi fríggjadagin.

Hetta er eisini seinasta kappingin í Føroya Cup og Grand Prix kappingini fyri trap í ár. Støðan í hesum kappingum sæst á http://skot.fo. Harumframt telur kappingin við í úttøkunum hjá Skjótisambandinum.

Tilmeldingarfreistin er hóskvøldið 28. septembur 2023, kl. 20:00.

Breytin er opin hósdagin kl. 17-19 til venjing hjá teimum, sum luttaka í kappingini.

Væleydnaðir oyggjaleikir í skjóting

Nú oyggjaleikirnir eru av á hesum sinni má sigast, at tað hildnaðist sera væl í skjótingini. Formaðurin og næstformaðurin í Byrsumúla, Jón Jacobsen og Finn Ludvig vunnu bronsu í liðkappingini í OL-trap, eins og Finn Ludvig gjørdi ein vørr og vann silvur í einstaklingakappingini í OL-trap. Hetta var eisini stuttligt, tí tað í ár eru júst 30 ár síðan, at sami Finn vann Føroyum fyrsta heiðursmerki í skjóting á oyggjaleikum nakrantíð. Herleif Hammer og Jógvan Egholm royndu seg í english skeet, sum er nýggj ítróttagrein í Føroyum. Hóast tað kanska ikki gekk so væl í liðkappingini, mentu teir seg í einstaklingakappingini og endaðu miðskeiðis á einum deildum 9. plássi. Í ABT vunnu Alex Johannesen og Per S. Hansen gull í liðkappingini, eins og Alex eisini vann gull í einstaklingakappingini. Í OL-skeet vunnu Tórur og Jóhann Fløtt bronsu í liðkappingini, eins og teir eisini vunnu ávikavist silvur og bronsu í einstaklingakappingini. Hetta vóru fyrstu oyggjaleikirnir hjá fleiri av skjúttunum, og tí má sigast, at úrslitið samanlagt er sera gott. Byrsumúli ynskir øllum skjúttunum til lukku við góðu avrikunum.

Tórshamar Open 2023

Leygardagin 22. og sunnudagin 23. juli verður Tórshamar Open aftur hildin á breytini hjá Byrsumúla. Kappast verður bæði í OL-trap og í OL-skeet. Skotin verða 3 umfør (75 dúgvur) leygardag og 2 umfør (50 dúgvur) + finalur sunnudag.

Í báðum greinum verða ISSF-2017 finalurnar skotnar í Meistarabólkunum. Í A-bólkunum verða finalur skotnar (25 dúgvur í OL-trap og 20 dúgvur í OL-skeet).

Kappingarnar telja við í ymsu kappingunum og úttøkunum hjá Skjótisambandinum. Aftaná kappingarlok leygardagin eru allir skjúttar vælkomnir til ábit, har okkurt gott er lagt á grillina, eins og vanligt hevur verið til hesa kappingina. Byrjað verður at skjóta kl. 9 leygarmorgun og kl. 13 sunnudag. Allir skjúttar skulu møta í seinasta ein hálvan tíma frammanundan. Aftaná kappingarlok báðar dagarnar fara allir luttakarar at rudda breytina fyri dúgvubrot.

Kostnaðurin fyri kappingina er 750 kr., tó soleiðis at unglingar (undir 21 ár) rinda 100 kr. Serlig heiðursmerki eru gjørd til kappingina, eins og góðir vinningar verða latnir. Allir luttakarar vinna onkran vinning.

Tilmelding fer fram við at senda ein teldupost til byrsumuli@gmail.com í seinasta lagi mikukvøldið 19. juli, kl. 20. Luttøkugjaldið kann rindast kontant leygarmorgunin ella verða flutt á konto 9181 – 515.875.5 í seinasta lagi hósdagin.

Kapping í english skeet

Sunnudagin 2. juli, kl. 13 verður kapping í english skeet á breytini hjá Byrsumúla. Skotin verða 3 umfør, og síðan verða finalur alt eftir luttakaratalinum. Kostnaðurin fyri kappingina er 250 kr. (tó rinda skjúttar 21 ár og yngri 100 kr.), sum verður goldið við kappingarbyrjan. Tilmelding fer fram við at senda sms boð til Herleif Hammer, 221668 í seinasta lagi fríggjakvøldið kl. 20.

Jóansøkukappingin 2023

Leygardagin 24. juni 2023 verður Jóansøkukappingin í OL-trap hildin á breytini hjá Byrsumúla á Sandvíkum.

Skotin verða 3 innleiðandi umfør, sum telja við í Føroya Cup 2023.
Finalur vera í meistarabólkinum (ISSF-2017 finala) og A-bólkinum (25 dúgvur), um nóg nógvir luttakarar vera. Endaplássið í meistarafinaluni telur við í Grand Prix kappingini fyri trap í 2023.

Byrja verður at skjóta klokkan 09:00, og skjúttar møta í seinasta lagi kl. 08:30.

Prísurin fyri kappingina er 300 kr., tó 100 kr. fyri unglingar. Upphæddin verður flutt frammanundan ella goldin kontant við kappingarbyrjan.

Tilmelding til kappingina fer fram við at senda ein teldupost til byrsumuli@gmail.com. Tilmeldingarfreistin er hóskvøldið 22. juni, kl. 20:00.