Leygardagin 30. mai 2020 verður Vármúlakappingin hildin á skjótibreytini hjá Veiðifelagnum Byrsumúla.
Fyrstu 3 innleiðandi umførini telja við í úttøkuni og Føroya Cup fyri trap í 2020. Finalan verður skotin eftir OL trap reglum, og endaplássið telur við í Grand Prix kappingini fyri trap í 2020.
Byrja verður at skjóta klokkan 09:00, og skjúttar møta í seinasta lagið kl. 08:30.
Prísurin fyri kappingina er 50 kr. Skjúttar umsita sjálvir sínar patrónir, og høvið verður at keypa patrónir áðrenn kappingin fer í gongd.
Tilmeldingarfreistin er hóskvøldið 28. mai kl. 20:00.
Vinarliga boða frá luttøku við at trýsta á leinkjuna niðanfyri.
Leygardagin 16. mai verður 9. Simme Cup kappingin, hildin á skjótibreytini hjá Veiðifelagnum Byrsumúla.
Kappingin er í skeet og trap, og fyrstu 3 innleiðandi umførini telja við í Føroya Cup fyri trap og skeet í 2020.
Meistarafinalurnar verða skotnar við ISSF finalum í báðum greinum. Endaplássini frá 1..6 telja við í Grand Prix kappingini fyri trap og skeet í 2020.
Trap finalan í A-bólkinum, verður avgjørd við at skjóta 25 dúgvir við einum skoti. Skeet finalan í A-bólkinum, verður avgjørd við at skjóta 20 dúgvur á platti 3,4 og 5.
Eftir finalurnar, verður sjálv Simme Cup kappingin, har tríggir teir bestu skjúttarnir í ávikavist skeet og trap, frá innleiðandi trimum umførunum, skjóta eftir 25 dúgvum í part. Er javnt um at fáa pláss í Simme Cup, verður javnleikurin avgjørdur við vanliga S/O, sum avgerð innleiðandi finaluplássið til meistarafinalurnar.
Stendur á jøvnum aftaná 25 dúgvur í Simme Cup, verður endaplássið avgjørt við hesi mannagongd: 1. Skjútti vinnur, sum hevði hægri samanlagt tal í 3 teimum fyrstu innleiðandi umførunum í kappingini 2. Er framvegis javnt, verður hugt eftir hvør hevði besta umfar, í 3 teimum fyrstu innleiðandi umførunum 3. Er framvegis javnt, verður hugt eftir hvør hevði næst besta umfar, í 3 teimum fyrstu innleiðandi umførunum 4. Er framvegis javnt, skulu skjúttar sum eru javnir, skjóta eitt eyka umfar 5. Er framvegis javnt, fáa skjúttar somu enda plasering
Ongin morgunmatur verður, men okkurt verður lagt á grillina á middegi.
Byrja verður at skjóta klokkan 09:00, og møtt verður í seinasta lagið kl. 08:30.
Eftir kappingina verður ábit fyri allar limir, úr øllum skjótifeløgum í Føroyum.
Eftir tann 11. mai 2020, kann móttøka fyri limir, sum hava tørv á skjótivegleiðing, byrja aftur, tó skulu hesir limir avtala eina tíð áðrenn, við at senda ein teldupost til byrsumuli@gmail.com
Limir sum klára seg sjálvar, kunnu skjóta sum vanligt.
Skjúttar SKULU halda koronaleiðreglarnar sum liggja á https://skot.fo
Kassin er opin hósdag kl. 17:00 til 17:30, og sunnudag kl. 13:00 til 13:30.
Tað varð tann 27. mars 1980, at Erik Andersen tók stig til at stovna nýtt skjótifelag í Føroyum, felagið fekk navnið Veiðifelagið Byrsumúli.
Í dag skriva vit 27. mars 2020, so tað vil siga, at felagið í dag hevur 40 ára føðingardag.
Felagið heldur til á Sandvíkum í Tórshavn, har skjótibreytin eisini liggur. Framtíðin fyri skjótibreytina er spennandi, tí Tórshavnar Kommuna hevur fyri stuttum, sett av pening til at uppstiga og nútíðargera breytina, so hon m.a. lýkur altjóða krøv.
186 skrásettir limir eru í felagnum, harav tveir eru heiðurslimir. Seinasta tíðina hevur tilgongdin av nýggjum limum verðið stór, og hevur felagið tískil sett í verk eina skipan, til móttøku av nýggjum limum. Yngsti limur í felagnum er 12 ár, og elsti limur er 88 ár.
Uttanfyri Føroyar hava skjúttarnir í felagnum eisini staðið seg væl, m.a. eigur felagið fyrsta skjúttan, sum vann heiðursmerki í skjóting á oyggjaleikum.
Eftir ætlan, skuldi føðingardagsveitsla og føðingardagskapping verðið avgreidd í morgin, leygardagin, men orsaka av Korona smittuni eru bæði tiltøk avlýst.
Nú myndugleikarnir hava kunngjørt, at tiltøkini í samband við at avmarka Korona (Kovid-19) smittuna, verða longd til 13. apríl, má felagið avlýsa F80 føðingardagskappingina tann 28. mars. 😭
Breytin er somuleiðis stongd fyri almennari skjóting til nærri boð koma.