Gott nýggjár

Byrsumúli ynskir øllum okkara limum, skjúttum o.ø. eitt gott nýggjár.

Vónandi síggja vit tykkum øll og onnur við á breyt okkara, nú skjótiárið 2024 stendur fyri framman. Hetta merkir eisini, at stundin er komin at rinda limagjald og møguliga skápsleigu til felagið. Limagjaldið er óbroytt: 500 kr. fyri vaksin, og 100 kr. fyri ung upp til 26 ár, pensjónistar og útisetar. Skápsleigan er 150 kr. fyri tey smærru og 300 kr. fyri tey størru skápini. Limagjaldið v.m. kann sum vant flytast á kontu 9181-5158755.

Vit gleða okkum at síggja tykkum á breytini, tá hendan letur upp aftur 1. februar í ár.

Nevndin

Kappingarárið av – takk fyri í ár

Nú seinasta kappingin hjá okkum í ár, Harukappingin er liðug, og veturin er fyri framman, verður ikki longur alment opið á breytini. Hetta merkir, at eingin almenn skjóting er hósdagar og sunnudagar hiðani og fram til 1. februar 2024. Byrsumúli takkar øllum skjúttum, sum hava luttikið í kappingum okkara, fyri eitt gott kappingarár. Vit gleða okkum at síggja tykkum og aðrar skjúttar við, tá vit opna aftur í februar mánaði.

Ætlanin er at brúka tær góðu løturnar, sum vera í vetur, til at fáa rudda breytina og gjørt neyðugar ábøtur. Vit takka fyri hjálpina í ár og vóna, at limir okkara eisini taka eina hond í við okkum í vetur.

Nevndin

Harukappingin 2023

Skotin verða tvey umfør á 7 ymiskum plássum við ymiskum avbjóðingum og tilsamans 36 dúgvum í hvørjum umfari. Aftaná fara 6 teir fremstu skjúttarnir í eina finalu, sum er eitt nýtt umfar, og tølini eru nullstillað. Stendur á jøvnum, verða innleiðandi umførini avgerandi, tó ikki um fyrsta plássið, sum so verður avgjørt við shoot-off.

Úrslitini frá kappingini kunnu síggjast her: https://docs.google.com/spreadsheets/d/1iHCrEesOxi32O3ZzmviZDTrOuxZnf1ub76Tjpzyj9is/edit?usp=sharing

Harukappingin 2023

Leygardagin 28. oktobur 2023 verður seinasta kappingin í ár hildin á skjótibreytini hjá Veiðifelagnum Byrsumúla á Sandvíkum.

Kappingin verður skipað sum ein veiðu- og sporting kapping. Programmið verður avdúkað leygarmorgunin, tá kappingin byrjar.

Skotin verða tvey innleiðandi umfør og síðani eitt finalu umfar.

Byrjað verður at skjóta kl. 9:00, og møtt verður í seinasta lagi kl. 08:30.

Luttøkugjaldið er 250 kr., sum skal rindast innan kappingina.

Av tí at nøkur av standplássinum eru á mold og grasi, verður viðmælt at lata seg í fótbúna til endamálið.

Til harukappingina verður loyvt at brúka hálvautomatiskar og pumpgun byrsur.

Tilmelding fer fram við at senda ein teldupost til byrsumuli@gmail.com

Tilmeldingarfreistin er hóskvøldið 26. oktobur kl. 20:00.


Veiðifelagið Byrsumúli

Mikkjalsmessukappingin 2023

Ársins seinasta trap kapping, Mikkjalsmessukappingin verður hildin á breytini hjá Byrsumúla leygardagin, 30. septembur, kl. 9.30. Skjúttarnir møta í seinasta lagi kl. 9.00.

Skotið verður eftir 75 dúgvum, og síðani fara 6 teir fremstu at skjóta ISSF-finalu (meistarabólkur), og 6 teir næstu skjóta eina A-finalu (25 dúgvur).

Tilmelding fer fram við at senda ein teldupost til byrsumuli@gmail.com. Luttøkugjaldið er 300 kr fyri vaksin og 100 kr fyri unglingar (undir 21 ár), og skal verða goldið á konto 9181-515.875.5 í seinasta lagi á middegi fríggjadagin.

Hetta er eisini seinasta kappingin í Føroya Cup og Grand Prix kappingini fyri trap í ár. Støðan í hesum kappingum sæst á http://skot.fo. Harumframt telur kappingin við í úttøkunum hjá Skjótisambandinum.

Tilmeldingarfreistin er hóskvøldið 28. septembur 2023, kl. 20:00.

Breytin er opin hósdagin kl. 17-19 til venjing hjá teimum, sum luttaka í kappingini.

Væleydnaðir oyggjaleikir í skjóting

Nú oyggjaleikirnir eru av á hesum sinni má sigast, at tað hildnaðist sera væl í skjótingini. Formaðurin og næstformaðurin í Byrsumúla, Jón Jacobsen og Finn Ludvig vunnu bronsu í liðkappingini í OL-trap, eins og Finn Ludvig gjørdi ein vørr og vann silvur í einstaklingakappingini í OL-trap. Hetta var eisini stuttligt, tí tað í ár eru júst 30 ár síðan, at sami Finn vann Føroyum fyrsta heiðursmerki í skjóting á oyggjaleikum nakrantíð. Herleif Hammer og Jógvan Egholm royndu seg í english skeet, sum er nýggj ítróttagrein í Føroyum. Hóast tað kanska ikki gekk so væl í liðkappingini, mentu teir seg í einstaklingakappingini og endaðu miðskeiðis á einum deildum 9. plássi. Í ABT vunnu Alex Johannesen og Per S. Hansen gull í liðkappingini, eins og Alex eisini vann gull í einstaklingakappingini. Í OL-skeet vunnu Tórur og Jóhann Fløtt bronsu í liðkappingini, eins og teir eisini vunnu ávikavist silvur og bronsu í einstaklingakappingini. Hetta vóru fyrstu oyggjaleikirnir hjá fleiri av skjúttunum, og tí má sigast, at úrslitið samanlagt er sera gott. Byrsumúli ynskir øllum skjúttunum til lukku við góðu avrikunum.

Tórshamar Open 2023

Leygardagin 22. og sunnudagin 23. juli verður Tórshamar Open aftur hildin á breytini hjá Byrsumúla. Kappast verður bæði í OL-trap og í OL-skeet. Skotin verða 3 umfør (75 dúgvur) leygardag og 2 umfør (50 dúgvur) + finalur sunnudag.

Í báðum greinum verða ISSF-2017 finalurnar skotnar í Meistarabólkunum. Í A-bólkunum verða finalur skotnar (25 dúgvur í OL-trap og 20 dúgvur í OL-skeet).

Kappingarnar telja við í ymsu kappingunum og úttøkunum hjá Skjótisambandinum. Aftaná kappingarlok leygardagin eru allir skjúttar vælkomnir til ábit, har okkurt gott er lagt á grillina, eins og vanligt hevur verið til hesa kappingina. Byrjað verður at skjóta kl. 9 leygarmorgun og kl. 13 sunnudag. Allir skjúttar skulu møta í seinasta ein hálvan tíma frammanundan. Aftaná kappingarlok báðar dagarnar fara allir luttakarar at rudda breytina fyri dúgvubrot.

Kostnaðurin fyri kappingina er 750 kr., tó soleiðis at unglingar (undir 21 ár) rinda 100 kr. Serlig heiðursmerki eru gjørd til kappingina, eins og góðir vinningar verða latnir. Allir luttakarar vinna onkran vinning.

Tilmelding fer fram við at senda ein teldupost til byrsumuli@gmail.com í seinasta lagi mikukvøldið 19. juli, kl. 20. Luttøkugjaldið kann rindast kontant leygarmorgunin ella verða flutt á konto 9181 – 515.875.5 í seinasta lagi hósdagin.