Opið er mánadagin, 2. hvítusunnudag kl. 13 eins og sunnudag.
Author: byrsumuli1
Breytin er stongd sunnudagin 16. mai
Nú Simme Cup kappingin er avgreidd, og bíðað verður eftir, hvørt arbeiðið at umbyggja breytina fer í gongd í næstu viku, eins og lagt varð upp til frá kommununi, verður breytin stongd í morgin sunnudagin. Hetta soleiðis, at klárt er at fara undir arbeiðið. Ruddingardagur var seinasta vikuskiftið, tá alt varð ruddað upp, eins og alt er ruddað aftaná kappingina í dag. Byrsumúli vónar at frætta frá kommununi mánadagin, nær arbeiðið uppá breytina fer í gongd. Nærri boð koma vónandi skjótt, hvussu verður við hesum.
Úrslit frá 10. Simme Cup 2021

Úrslitini frá kappingini síggjast á hesi leinkju:
https://docs.google.com/spreadsheets/d/1L57KjIdIM-rorhCj_VEWIUHpAlz0bnivLohQKnCmZx0/edit?usp=sharing
Breytin opin Kristi himmalsferðardag
Hósdagin 13. mai, ið eisini er Kristi himmalsferðardagur, er breytin opin fyri venjing kl. 13-17.
10. Simme Cup 2021


Leygardagin 15. mai verður 10. Simme Cup kappingin hildin á skjótibreytini hjá Veiðifelagnum Byrsumúla.
Kappingin er í skeet og trap, og fyrstu 3 umførini telja við í úttøkuni til NSR og í Føroya Cup fyri trap og skeet í 2021.
Meistarafinalurnar verða skotnar við ISSF finalum í báðum greinum. Endaplássini frá nr. 1-6 telja við í Grand Prix kappingini fyri trap og skeet í 2021.
Trap finalan í A-bólkinum verður avgjørd við at skjóta 25 dúgvur við einum skoti.
Skeet finalan í A-bólkinum verður avgjørd við at skjóta 20 dúgvur á platti 3, 4 og 5.
Eftir finalurnar verður sjálv Simme Cup kappingin, har tríggir teir bestu skjúttarnir í ávikavist skeet og trap frá fyrstu trimum umførunum skjóta eftir 25 dúgvum í part.
Ongin morgunmatur verður, men okkurt verður lagt á grillina á middegi.
Byrja verður at skjóta klokkan 09:00, og møtt verður í seinasta lagi kl. 08:30.
Eftir kappingina verður ábit fyri allar luttakarar og fyri limir úr øllum skjótifeløgum í Føroyum.
Prísur fyri kapping: 250 kr.
Prísur fyri ábit: 150 kr.
Seinasta freist at boða frá luttøku til kappingina er hóskvøldið, 13. mai, kl. 20 á hesari leinkju:
https://forms.gle/f51oPDrYQTXAuSSw8
Tilmeldingar síggjast her:
https://docs.google.com/spreadsheets/d/14e3nuKypjJJP3yw7unk2viTXGGuDXJtfJ04XyiKZU0U/edit?usp=sharing
Ruddingardagur 8. mai 2021
Byrsumúli skipar fyri ruddingardegi leygardagin 8. mai. Heitt verður á allar limir okkara um at møta fjølment. Møguleiki er at luttaka fyrrapart, seinnapart ella allan dagin, kl. 9-16. Tey, sum luttaka fáa eina samsýning á 3 umfør fyrrapart og 3 umfør seinnapart. Okkurt verður eisini til matna á middegi. Tilmelding til dagin er á leinkjuni niðanfyri:
Hesi hava boðað frá luttøku:
Breytin opin hósdag og sunnudag
Nú klokkan aftur er flutt til summartíð og dagarnir harvið eru vorðnir longri, verður breytin eisini opin fyri almennari skjóting hósdagar kl. 17. Hetta merkir, at breytin verður opin bæði hósdag kl. 17 og sunnudag kl. 13.
Komandi hósdag, skírishósdag er tó opið sum sunnudag.
Úrslit frá F80-kappingini
Tilmelding til F80
Leygardagin 27. mars 2021, verður F80 kappingin.
Skotið verður antin 3 umfør skeet + 1 umfar trap, ella 3 umfør trap + 1 umfar skeet.
Tann sum samlað hevur rakt mest, vinnur kappingina.
Byrja verður at skjóta klokkan 09:00, og møtt verður í seinasta lagið kl. 08:30.
Prísur: 250,00 kr.
Tilmeldingarfreistin er hóskvøldið 25. mars kl. 20:00
Leinkja til tilmelding:
https://forms.gle/a7rqJTY6eigycWS58
Síggja tilmeldingar:
https://docs.google.com/spreadsheets/d/1taJD-x_BB0n5L7Km7O8TfTBUKNgl-kzxhlMfUlk5l2k/edit?usp=sharing
Nevndin í Byrsumúla hevur skipað seg
Starvsnevndin 2021
Á nevndarfundi 11. februar hevur nevndin í Byrsumúla skipað seg soleiðis:
Jón Jacobsen, formaður
Finn Ludvig, næstformaður
Sigvald Zachariassen, kassameistari
Herleif Hammer, skrivari
Johnhard Klettheyggj, nevndarlimur
Esmar Joensen, sum hevur verið kassameistari í felagnum síðan 2015, hevur valt at taka seg úr nevndini. Esmar er formaður í Skjótisambandinum, og nú Skjótisambandið hevur fingið altjóða limaskap í ISSF, fer hetta at krevja alsamt meira av honum. Nevndin skilir tí væl avgerð hansara, og fer at takka honum fyri hansara týðandi leiklut í nevndini hesi 6 árini.
Starvsnevndin