Skjóting fyri ung

Byrsumúli fer aftaná páskaferiuna at skipa fyri átaki, har ung fólk, gentur og dreingir undir 21 ár, kunnu koma at royna leirdúgvuskjóting í skipaðum og tryggum kørmum.

Tú teknar teg sum lim í Byrsumúla, og kanst fyri 150 kr. (íroknað limagjald á 100 kr.) royna at skjóta á breyt okkara 5 ferðir (á 25 skot/dúgvur).

Skjótingarnar vera mikukvøld frá kl. 17, tá einki annað virksemi er á breytini, og tit bíleggja tíð hjá okkum. Byrja verður mikudagin 12. apríl 2023, kl. 17.

Góðkendur skjótivegleiðari tekur sær av frálæruni, bæði í trygd og í skjóting.

Øll neyðug útgerð er á breytini.

Um tú ert undir 18 ár, skal foreldur/verji geva loyvi til, at tú kanst luttaka í hesum átaki.

Meira fæst at vita um átakið við at venda sær til:
Jón Jacobsen, form. á tlf. 599699 ella
Johnhard Klettheyggj, skjótivegleiðara á 520294

Tú kanst eisini skriva til okkara á byrsumuli@gmail.com.